Sign up to save your podcastsEmail addressPasswordRegisterOrContinue with GoogleAlready have an account? Log in here.
Sending úr savninum, sum var í útvarpinum í fleiri umførum frá 2011-2021.Í sendingini Tilveru siga ymiskir gestir frá síni søgu. Hvussu hava vit tað, hvat hugsa vit um og hvat havast vit at? Te... more
FAQs about Tilvera:How many episodes does Tilvera have?The podcast currently has 286 episodes available.
April 26, 2021Tilvera: Rett syndromVit tosa við Lis Eklund í Niðristovu, sum sigur frá, tá tey fyri fýra árum síðani fingu dóttir, sum var borin í heim við heilaskaða, og hvussu gongdin hevur verið....more29minPlay
April 26, 2021Tilvera: Sorg er heimleysur kærleikiMaiken á Mýrini og Hans Pauli Petersen fingu 2. mai í fjør ein son, sum var deyðføddur. Í sendingini siga tey frá hesi stóru sorg, og hvussu dagarnir vóru, sum komu aftaná. Hvussu familja og avvarðandi reageraðu, føðideildin og heilsusystir. Dentur verður lagdur á, at familja og vinir síggja deyða barnið. - Eisini verður tosað við Helle Børglum, sum er sekretariatssjefur fyri Landsforeningen til støtte ved spædbarnsdød. Hon er í Føroyum í løtuni og heldur fyrilestur og skeið....more33minPlay
April 26, 2021Tilvera: Hvagar gongur leiðin?Felagsskapurin Pro Vita fylti 10 ár herfyri. Tá var lektarin Torben Riis í Føroyum og helt fyrilestur. Í sendingini tosar Armgarð Arge við hann um, at alt tað tøkniliga, sum stendur okkum í boði, ger tað torført at laga etikkin til vandamál sum kloning, aktiva deyðshjálp og selektivan abort....more30minPlay
April 26, 2021Tilvera: Hon var kastað inn til leyvurnarVibia Perpetua var ein 22 ára gomul kristin kvinna, sum í byrjanini av 200 talinum doyði pínslaváttardeyðan. Hon var blakað fyri tey villu djórini í arenuni í Karthago. Kvinnan hevur sjálv skrivað sína lívssøgu, og tá hon var deyð, endaðu hennara kristnu vinir bókina. Kvinnan sigur frá, hvussu tað var at vera í fongsli, frá stríðnum við sín heidna pápa og frá stúranini fyri lagnuni hjá lítla soninum. Henda bókin verður søgd at vera kanska besta keldan fyri okkum í dag at lesa um kristniforfylging í Róm....more31minPlay
April 26, 2021Tilvera: Eri eg ein curling mamma?Curling mamma og curling pápi eru nýgg hugtøk. Hesi heiti verða sett á foreldur, sum kveistra burtur allar forðingar á vegnum hjá barninum, so alvin kemur snikkaleysur á mál. Men hvussu verður tað ættlarliðið skikkað, sum vit tá fáa? Eitt barn, sum ongartíð kemur til eina forðing ella noyðist at slaka, verður eitt sjálvøkið barn, ið ikki vísir øðrum atlit. Gestur í sendingini er Anna V. Ellingsgaard, sum sigur frá hesum....more31minPlay
April 26, 2021Tilvera: Nú er at fara til verkaÁhugin fyri urtagarðsrøkt hevur verið alsamt vaksandi seinastu árini. Urtagarðurin hjá tí einstaka er ein partur av einum lívsstíli og er eitt stað, har tú kanst vera kreativur og droyma teg burtur. Vit hoyra eisini, hvat rithøvundurin Elizabeth Taylor, sum var í Føroyum fyri einari øld síðani, segði um urtagarðin hjá Johonnu Katrinu Joensen og Hans Kristoffur á Ryggi í Miðvági....more25minPlay
April 26, 2021Tilvera: BróstkrabbiNýggjar kanningar og nýggir viðgerðarhættir eru fyri bróstkrabba, sum bæði ørkymla og gleða. Við tólum ber í dag til at finna elasmáar knyklar, sum læknavísindin ikki veit, hvat hon skal gera við....more25minPlay
April 26, 2021Tilvera: SkøkjulevnaðurÍ sendingini tosar Armgarð Arge við sosialráðgevan Dorit Otzen, sum síðani 1990 hevur verið leiðari á stovninum "Reden", ið er eitt friðskjól hjá prostitueraðum kvinnum í Danmark. Dorit Otzen er limur í donsku deildini av Pro Center og einum bólki innan ES, sum hevur eftirlit við harðskapi móti kvinnum. Dorit Otzen sigur, at í flestu stripparum og skøkjum er ein lítil genta, sum hevur verið kynsliga misnýtt sum barn....more30minPlay
April 26, 2021Tilvera: OpinberinginUm Anitikrist. Nær var Opinberingin skrivað ? Og hvør fjalir seg aftanfyri talið 666 ?...more36minPlay
April 26, 2021Tilvera: Trúboðari í arabiska heiminumGestur í útvarpsstovuni er Maureen Clarke. Hon er sjúkrasystir og gift enskum manni. Tey hava í mong ár havt tokka til arabiska heimin og eru nú farin at virka sum trúboðarar í fjarskotnum landi. Armgarð Arge leggur til rættis...more35minPlay
FAQs about Tilvera:How many episodes does Tilvera have?The podcast currently has 286 episodes available.