Felagsskapurin Pro Vita fylti 10 ár herfyri. Tá var lektarin Torben Riis í Føroyum og helt fyrilestur. Í sendingini tosar Armgarð Arge við hann um, at alt tað tøkniliga, sum stendur okkum í boði, ger tað torført at laga etikkin til vandamál sum kloning, aktiva deyðshjálp og selektivan abort.