Vibia Perpetua var ein 22 ára gomul kristin kvinna, sum í byrjanini av 200 talinum doyði pínslaváttardeyðan. Hon var blakað fyri tey villu djórini í arenuni í Karthago. Kvinnan hevur sjálv skrivað sína lívssøgu, og tá hon var deyð, endaðu hennara kristnu vinir bókina. Kvinnan sigur frá, hvussu tað var at vera í fongsli, frá stríðnum við sín heidna pápa og frá stúranini fyri lagnuni hjá lítla soninum. Henda bókin verður søgd at vera kanska besta keldan fyri okkum í dag at lesa um kristniforfylging í Róm.