Tilvera

Tilvera

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Tilvera episodes

  • Tilvera: Frans av Assisi
    Frans av Assisi var borin í heim í Assisi. Pápin var múgvandi klædnahandlari. Frans vaks upp í góðum korum og kundi liva og láta, sum honum lysti. Men brádliga so broytist hann - og hann sigur alt ríkidømi, alt skart og skreyt frá sær. Hann livir sum ein fátækur maður og hevur bert eitt í huganum. Tað er at gera øðrum gott. Nógv fylgdu eftir Fransi og tóku við tí, sum hann lærdi. Í Føroyum hava vit kleysturskipan, sum er nevnd eftir Fransi. Gestur í útvarpsstovuni er Anders Bådsgård Jensen
    30 min
  • Tilvera: At halda seg hava nóg mikið
    Tann, sum veit, at hann hevur nóg mikið, er ríkur. Lisbeth Nebelong hevur skrivað fýra bøkur um búskap. Hon gevur ráð um, hvussu ein húsast væl, hvussu ein hvønn mánað fær avlop og sum tíðin gongur, kann savna sær eina peningaupphædd at ráða yvir. Hon vil vera við, at satt frælsi er fíggjarligt frælsi. Hon sipar til hjún, har tað ofta er maðurin, sum tekur sær av teimum stóru útreiðslunum og lánunum, meðan kvinnan hevur minni av pengini um hendi, og maðurin ger av, hvat pengarnar skulu nýtast til. Men henda gongdin gevur ikki javnvág í hjúnarbandinum, tí nógvar kvinnur vita ikki, hvat er upp og hvat er niður í einum húsarhaldi, um maðurin brádliga doyr. Eisini kemur Lisbeth inn á tann veruleika, at aftanfyri stóra keypitrongd liggur eitt sálarligt fyribrigdi.
    25 min
  • Tilvera: Mamma var tunglynt
    Danski sjúkrahúspresturin Christian Højlund hevði eina mammu, sum var sera manio-depressiv í 57 ár. Hon gjørdist sjúk, tá hon átti fyrsta barnið. Hon fekk fimm børn. Christian sigur frá, hvussu torført tað var at liva eitt vanligt barnalív, tá mamman meginpartin av uppvøkstrinum var á sjúkrahúsi. Men pápi hansara tók um endan. Hann var bróður Asger Højlund, sum var prestur í Kvívík. Tá mamman doyði, funnu tey 27 tættskrivað hefti. Hetta vóru dagbøkur, sum mamman hevði skrivað øll hesi 57 árini.
    30 min
  • Tilvera: Og so kom ein friður
    Gestur í útvarpsstovuni er Jón Eli Johannesen. Sum ungur drongur misti hann við stuttum millumbili tveir vinmenn í ferðsluvanlukkum. Hann gjørdsit alt meiri bangin og friðleysur og leitaði sær gloymsku í brennivíni. Og nýtslan bert øktist. So ein dagin, hann var á útróðri við beiggja sínum, øtlaði hann veðrið og streymurin fór umborð. Tá bað hann í neyð sínari til Guð, og nakað hendi.
    30 min
  • Tilvera: Minni á lívleiðini
    Gestur í útvarpsstovuni er Jógvan Gerðalíð. Hann sigur frá, tá hann á ungum árum leitaði sær til Danmarkar at arbeiða á ymiskum bóndagørðum, og hvussu strong korini vóru tá. Allatíðina kendi hann, hvussu bønin vardi hann, sum mamman bað. Afturkomin til Føroya var hann m.a. við at geva út fyrstu grammofonplátuna.
    39 min
  • Tilvera: Um tær sjey deyðssyndirnar
    Gregor hin Stóri, pávi, raðfesti tær sjey deyðssyndirnar hugmóð, gírni, siðloysi, øvund, oyðsl, vreiði og leti. Útvarpið fer í nøkrum sendingum at viðgera og greina hvørja synd sær, tí hugtakið synd er broytt almikið hesi 600 árini. Synd merkir at fara av kós. Í katólskari tíð høvdu tey skriftarstólin, har fólk játtaði sína synd og fekk fyrigeving. Men skriftarstólurin fylgdi ikki við, tá lutherska trúgvin tók yvir við trúbótini. Tað harmast sálarlæknar um í dag. Teir vilja vera við, at nógvar sjúkrasøgur høvdu verið øðrvísi, um fólk kundu lætt av hjartanum, sum gjørt varð fyri fleiri hundrað árum síðani. Men er syndin horvin í dag? Ja, hon er, og hon hevur tikið moral og etik við sær. Eina synd hava vit kortini eftir. Tað er oyðsl. Vit mugu fara varliga um tilfeingið, ikki dálka umhvørvið, eta grønt og ikki vera feit. Tann størsta syndin er at eta seg um rygg og bara lata standa til.
    27 min
  • Tilvera: Ungar gentur trívast illa
    Svenska avísin Aftonbladet og UNICEF skipaðu fyri stuttsøgukapping millum ungar gentur í 15 til 20 ára aldur. - Seytjan ára gamla Alexandra Flodman vann, men tá vinningurin skuldi handast, vísti tað seg, at hon hevði tikið seg av døgum. Henda syrgiliga hending avdúkar, ar sera stórir trupulleikar eru millum ung í dag.
    30 min
  • Tilvera: Hvør skal sleppa í heimin?
    Í sendingini hitta vit magistaran Óla Wolles, sum frá einum foreldrasjónarmiði hevur hildið fyrilestur á stórari ráðstevnu í Malmø um fosturdiagnostikk og selektivan abort. Evnið er bæði stórt og trupult, tí í dag kann tøknin siga okkum so mangt - eitt nú staðfesta brek hjá fostrum. Tá koma upp spurningarnir: hvør skal sleppa at liva, og hvør skal taka avgerðina? Óli er faðir at eini átta ára gamlari gentu, sum fekk varandi brek í føðingini.
    31 min
  • Tilvera: Bønin hjá Jabes
    Í fjør kom út bók, sum eitur Bønin hjá Jabes. Jabes livdi fyri 2500 árum síðani. Lesast kann um hann í Gamla Testamenti. Sagt verður, at bønin hjá Jabes kann enn í dag geva menniskjum Guðs góðsku og megi og verja títt lív. Sagt verður eisini, at bókin hevur hjálpt fleiri milliónum av menniskjum at tora at trúgva á Guðs signing. Gert tú sum Jabes, so merkir tú eina broyting, áðrenn seks mánaðir eru farnir, sigur rithøvundurin Wilkinson.
    22 min
  • Tilvera: Selektivur abortur
    Herfyri fingu eini hjún í Amerika sjeyburðir. Kvinnan hevði fingið fyrilitarleysa nógvan heilivág, sum gjørdi, at hon fekk hesar sjeyburðir. Læknar siga, at hetta var onki tøknifrøðiligt undur, men eitt læknaligt óhapp. Tá kvinna í dag ber fleiri enn trý børn, stendur henni í boði at fáa annað ella tvey tikin burtur. Dansk Etisk Råd hevur givið út bók, sum eitur Fosterreduktión, og hana fara vit at siga eitt sindur um.
    23 min

About Tilvera

From the publisher's feed

Sending úr savninum, sum var í útvarpinum í fleiri umførum frá 2011-2021.