Í sendingini hitta vit magistaran Óla Wolles, sum frá einum foreldrasjónarmiði hevur hildið fyrilestur á stórari ráðstevnu í Malmø um fosturdiagnostikk og selektivan abort. Evnið er bæði stórt og trupult, tí í dag kann tøknin siga okkum so mangt - eitt nú staðfesta brek hjá fostrum. Tá koma upp spurningarnir: hvør skal sleppa at liva, og hvør skal taka avgerðina? Óli er faðir at eini átta ára gamlari gentu, sum fekk varandi brek í føðingini.