Í fjør kom út bók, sum eitur Bønin hjá Jabes. Jabes livdi fyri 2500 árum síðani. Lesast kann um hann í Gamla Testamenti. Sagt verður, at bønin hjá Jabes kann enn í dag geva menniskjum Guðs góðsku og megi og verja títt lív. Sagt verður eisini, at bókin hevur hjálpt fleiri milliónum av menniskjum at tora at trúgva á Guðs signing. Gert tú sum Jabes, so merkir tú eina broyting, áðrenn seks mánaðir eru farnir, sigur rithøvundurin Wilkinson.