Gestur í útvarpsstovuni er Jón Eli Johannesen. Sum ungur drongur misti hann við stuttum millumbili tveir vinmenn í ferðsluvanlukkum. Hann gjørdsit alt meiri bangin og friðleysur og leitaði sær gloymsku í brennivíni. Og nýtslan bert øktist. So ein dagin, hann var á útróðri við beiggja sínum, øtlaði hann veðrið og streymurin fór umborð. Tá bað hann í neyð sínari til Guð, og nakað hendi.