Tá vanlukkur henda, siga vit ofta, at hatta var Guðs vilji ella, at fólkini sum doyðu, vóru spard fyri okkurt verri. Tað er oftast tá nakað syrgiligt hendir, at vit geva Guði skyldina, men vit hava øll ein frían vilja, og vit gera sjálvi av, um vit t.d. roykja okkum til krabbamein ella ikki. Í jarðarlívinum henda ólukkur av ymiskum umstøðum og av okkara ávum. Guð sendir ikki nakað ónt. Frá Honum kemur bert gott. Men Hann er hjá menniskjanum í meiningsloysinum. Í útvarpsstovuni eru presturin Marjun Bæk og Janus Guttesen. Hann og foreldrini vóru árend av bili. Hann fekk stóran skaða og foreldrini doyðu, men Janus sigur, at ongin kann siga, at hetta var Guðs vilji..