Tilvera

Tilvera: Incest


Listen Later

Vanligt er tá eitt barn verður føtt, at so vil man gera alt fyri tað, ansa tí og verja tað. Men so er ikki altíð. Við hvørt so gera vaksin seg kynsliga inn á barnið. Og ofta eru tað pápar ella fosturpápar. Í útvarpsstovuni í dag eru trý fólk, 2 kvinnur og ein maður. Tey eru ymsastaðni frá í landinum. Felags fyri tey er, at tá tey vóru um fimm ára aldur, so vóru tey kynsliga misnýtt. Henda misnýtsla vardi til tey vóru um trettan ára aldur. Skemmarin ella yvurgangsmaðurin fær um hálvtannað ella tvey ár í fongsul, men hetta brotsverkið at gera seg inn á eitt barn er so stórt, at skaðin bøtist ikki aftur. Hóast hesi fólkini í útvarpsstovuni í dag nú eru vaksin og hava egna familju, so eru avleiðingarnar av kynsligu illgerðini í barnaárunum enn líka álvarsligir og sárir.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

TilveraBy Kringvarp Føroya