Danski sjúkrahúspresturin Christian Højlund hevði eina mammu, sum var sera manio-depressiv í 57 ár. Hon gjørdist sjúk, tá hon átti fyrsta barnið. Hon fekk fimm børn. Christian sigur frá, hvussu torført tað var at liva eitt vanligt barnalív, tá mamman meginpartin av uppvøkstrinum var á sjúkrahúsi. Men pápi hansara tók um endan. Hann var bróður Asger Højlund, sum var prestur í Kvívík. Tá mamman doyði, funnu tey 27 tættskrivað hefti. Hetta vóru dagbøkur, sum mamman hevði skrivað øll hesi 57 árini.