Maiken á Mýrini og Hans Pauli Petersen fingu 2. mai í fjør ein son, sum var deyðføddur. Í sendingini siga tey frá hesi stóru sorg, og hvussu dagarnir vóru, sum komu aftaná. Hvussu familja og avvarðandi reageraðu, føðideildin og heilsusystir. Dentur verður lagdur á, at familja og vinir síggja deyða barnið. - Eisini verður tosað við Helle Børglum, sum er sekretariatssjefur fyri Landsforeningen til støtte ved spædbarnsdød. Hon er í Føroyum í løtuni og heldur fyrilestur og skeið.