Áhugin fyri urtagarðsrøkt hevur verið alsamt vaksandi seinastu árini. Urtagarðurin hjá tí einstaka er ein partur av einum lívsstíli og er eitt stað, har tú kanst vera kreativur og droyma teg burtur. Vit hoyra eisini, hvat rithøvundurin Elizabeth Taylor, sum var í Føroyum fyri einari øld síðani, segði um urtagarðin hjá Johonnu Katrinu Joensen og Hans Kristoffur á Ryggi í Miðvági.