Ann Poulsen er 28 ára gomul. Hon fór aftaná lokið studentsprógv til Danmark. Meiningin var at lesa til lækna. Men hon hitti mann frá Algeria og tey giftust. Hon fekk innlit í muslimska heimin og valdi at konvertera.
Ein landsumfatandi kanning fer í gongd í hesu døgum. Allar kvinnur millum 25 ára aldur og trýss kunnu kannast fyri kyknu broytingum í lívmóðirhálsinum.
Lilly Heinesen er átjan ára gomul. Tá kreppan rakti, valdu foreldrini at flyta úr Føroyum. Tey eru send til Nigeria at arbeiða sum trúboðarir. Tað eina árið, Lily búði í Nigeria slapp hon veruliga at royna seg.
Óli á Grømma er trúboðari. Alt frá barnaárum av, ynskti hann at verða trúboðari. Hann hevur havt hendingarríkt lív. Í dag situr hann í nevndini hjá New Tribes Mission.
Heri Simonsen er skemtari og humor er stutti vegurin millum menniskju.
Men veruleikin er við hvørt at tú grætur í einsemi og flennur saman við øðrum.
Heri hevur starvast sum postboð til ein ferðsluvanlukka steðgaði honum.
29 min
About Tilvera
From the publisher's feed
Sending úr savninum, sum var í útvarpinum í fleiri umførum frá 2011-2021.
Í sendingini Tilveru siga ymiskir gestir frá síni søgu. Hvussu hava vit tað, hvat hugsa vit um og hvat havast vit at? Tey viðurskifti, sum øll menniskju hava til felags, og sum gera lívið so fjøltáttað.