Sign up to save your podcastsEmail addressPasswordRegisterOrContinue with GoogleAlready have an account? Log in here.
Sending úr savninum, sum var í útvarpinum í fleiri umførum frá 2011-2021.Í sendingini Tilveru siga ymiskir gestir frá síni søgu. Hvussu hava vit tað, hvat hugsa vit um og hvat havast vit at? Te... more
FAQs about Tilvera:How many episodes does Tilvera have?The podcast currently has 286 episodes available.
July 09, 2020Tilvera: Hvussu er, tá makin verður sjúkur ?Tá onkur verður sjúkur gloyma vit ofta makan. Tað hendir at fríski makin eisini "verður sjúkur". Tann fríski makin má nú bera bæði og ein nívandi einsemiskensla kemur sníkjandi.Ónavngivin kvinna sigur frá, hvussu torført alt varð, tá maðurin í 1994 fekk krabbamein....more29minPlay
July 09, 2020Tilvera: Meiling Wung SungMeiling Wung Sung sigur frá síni søgu í Kina. Um múgvandi langabban, sum átti eina silkiverksmiðju - hetta var í 1902. eini sonurin fór saman við beiggjanum til Onglands at nema sær útbúgving. Hann hitti mammu Meiling á ferð í Keypmannahavn og tað rann saman teirra millum. Hann kundi nú ikki koma aftur til Kina, tí hann hevði vanærað familjuna, tí hann varð giftur við europeiskari kvinnu....more33minPlay
July 09, 2020Tilvera: Kaga inn til ófødda barniðFyrr vóru ongar kanningar og mann hevði onki val, mann tók til takkar við tí, sum kom. Í dag ber til við ultraljóð, fosturvatnsroyndum og móðurkøkubiopsi at staðfesta um fostrið ber brek.Gestir í útvarpsstovuni eru Anna og Richard Schwartson. Tey siga frá teirra fyrstafødda soni, sum brádliga varð sjúkur....more26minPlay
July 09, 2020Tilvera: Islam og kristindómurSteen Skovsgaard, prestur, sigur frá islam og kristindómi. Hann starvast sum prestur í Gellerup økinum í Árhus, har sera nógvir tilflytariri búgva....more31minPlay
July 09, 2020Tilvera: Breið verndarveingir tínarSunnva Kass var ung genta á veg heim í sínum bili, tá smádrongur rennur út fyri bilin og doyr. Henda ræðuliga hending legði alt í oyði. Sunnva var ósek og vildi fegin tosa við foreldrini og fáa eitt slag av fyrigeving, men tað sýttu tey....more38minPlay
July 09, 2020Tilvera: SjálvmorðAugust Gabriel Wang hevur júst vart eina doktararitgerð um sjálvmorð í Føroyum....more31minPlay
July 09, 2020Tilvera: Eg var bundin av heilivágiBirita Olsen var í nógv ár bundin av heiligvági. Í dag er hon leys av hesum. Hon býr og starvast í Svøríki við at hjálpa fólki, sum eru bundin av rúsdrekka og heilivágsmisnýtslu....more33minPlay
July 09, 2020Tilvera: Tú bar mær ta sólTað eru liðin 25 ár síðani Javni varð sett á stovn. Hetta var í 1973 og longu árið eftir komu fyrstu vaksnu børnini aftur til Føroyar.Nikolina Mikkelsen sigur frá teirra uppvøkstri. Tey vóru ellivu systkin og tann eina gentan, Rósa, hevði Down syndrom. Nikolina sigur frá, hvussu lívið hjá Rósu varð alt frá føðing av og í árunum, sum komu....more29minPlay
July 09, 2020Tilvera: LívmóðurhálskanningarÍ november 1995 fór stór fólkakanning í verk í Føroyum. Allar kvinnur millum 25 og 60 ára aldur skulu kannast fyri lívmóðurhálskrabba.Patologurin Bjarni Bæk er í útvarpsstovuni og sigur frá....more29minPlay
July 09, 2020Tilvera: Eg skifti kósRegin Høgnesen er føddur og barnvaksin í Lorvík. Ungdómsárini vóru ikki lætt og full av ivamálum og tvístøðum. Hann varð tengdur at rúsdrekka. Men ein dagin so broyttist alt....more27minPlay
FAQs about Tilvera:How many episodes does Tilvera have?The podcast currently has 286 episodes available.