Tað eru liðin 25 ár síðani Javni varð sett á stovn. Hetta var í 1973 og longu árið eftir komu fyrstu vaksnu børnini aftur til Føroyar.
Nikolina Mikkelsen sigur frá teirra uppvøkstri. Tey vóru ellivu systkin og tann eina gentan, Rósa, hevði Down syndrom. Nikolina sigur frá, hvussu lívið hjá Rósu varð alt frá føðing av og í árunum, sum komu.