Tað hevur altíð verið sagt, at skatturin er nógvur, endatíðin nær og børnini akta ikki foreldrini. Ymiskt er. hvønn leiklut børnini hava havt gjøgnum tíðirnar - frá at vera hildin sum trælir til at vera borin á lógvum. Í dag vilja vit hava skilagóð børn, sum skilja, hví foreldur arbeiða so nógv. Ongantíð áður hava børn í Skandinavia verið so væl ílatin, fingið so góðan mat og so nógvar vitaminir og fingið so nógv undirhald. Granskarar siga, at so lítil javnvág er í, at børn í dag eru smá, vaksin børn, og vit hava tikið barndómin frá teimum.