Í dag er altjóðadagur fyri apopleksi. Apopleksi er heilabløðing ella slag, sum rakar nógv fólk hvørt ár. Fleiri halda, at tað bert eru gomul, sum fáa heilabløðing, men so er ikki. Ung fáa eisini heilabløðing, og sagt verður, at tað stendst av tíðini, vit liva í. Hetta er sokallað vælferðasjúkur. - Gestur í útvarpsstovuni er Jógvan Sofus Vágsheyg, sum í 1998 fekk apopleksi. Armgarð Arge leggur sendingina til rættis.