Tá Bíblian varð savnað, komu nøkur skrift ikki við m.a. Jákups evangeliið. So tá vit halda jól, lesa vit jólaevangeliið hjá Lukasi, meðan teir 3000 munkarnir á grisku oynni Athos lesa evangeliið hjá Jákupi. Og hann sigur okkum heilt fitt um jomfrú Mariu frá hennara barnaárum, til hon sum kvinna varð vald út at bera heimsins Frelsara.