Tilvera

Tilvera: Havi livað bæði í sorg og gleði


Listen Later

Eyðbritt Eysturstein varð gift 5. desember 1987. Tey bygdu hús og alt sá so lukkuligt út. Maðurin gekk á maskinmeistaraskúla í Havn og hon var í læru á skrivstovu í Klaksvík.
Í mars 1989 varð fyrsta dóttirin borin í heim. Í 1991 fluttu tey í egin hús og maðurin var farin at sigla. Í desember 1992 kom teirra næsta dóttir.
Tey vóru nú ein lukkulig familja. Gleðin var stokkut, tí 22. mars 1993 var ein vanligur dagur til maðurin var farin at spæla innandurafótbólt og small deyður um.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

TilveraBy Kringvarp Føroya