Nógv eru ovurviðkvom og nógvar eru orsøkirnar., t.d. pollen, djór, ymiskur luktur, matur og nógv annað. Nøkur eru latex ovurviðkvom. Latex er í handskunum hjá læknanum, í leikum og í ballónum. Sigurd Bærentsen sigur frá, tá sonurin bara tvey ára gamal varð lagdur undir skurð nakrar ferðir. Hildið verður, at tá latex kemur í beinleiðis samband við t.d. blóð, so er vandi fyri at barnið kann fáa hesa lívshættisligu allergi.