Suni Poulsen,sálarfrøðingur, sigur frá hugtakinum eydna og at vera eydnusamur.
Ber til at máta hesar kenslur ? Hvør er lukkuligur ? Er tað tann, sum heldur seg hava nóg mikið ? Rákið í dag sigur, at alt skal vendast til nakað positivt - tað er nærum ikki loyvt at harmast og rópa hví, - tá ólukkan rakar.
Í dag sigur mann, at tað er við at geva tú fært og á henda hátt verður tú eitt glaðari menniskja. Ver nakað fyri grannan, fyri umhvørvið, arbeiðsplássið ella býin - hjálp har tú kanst, uttan at krevja ella vænta nakað afturfyri.