Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum.
Lilja Weihe og Jonhard Klettheyggj í Skrivað Stendur
Gestir hesa ferð eru Liljan Weihe, løgtingskvinna, og Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri.
Teksturin til 2. Sunnudagur í advent
Onnur tekstarøð
Matt. 25,1-13.
Hinar 10 moyggjarnar
v1: Tá skal himmiríkið verða líknað við tíggju moyggjar, sum tóku lampur sínar og fóru út at møta brúðgóminum.
v2: Men fimm teirra vóru óhygnar og fimm hygnar.
v3: Tí at hinar óhygnu tóku lampur sínar, men tóku onga olju við sær;
v4: men hinar hygnu tóku olju við í konnum sínum aftrat lompum sínum.
v5: Men við tað at brúðgómurin dvøldi við at koma, kom tyngd á tær allar, og tær sovnaðu.
v6: Men um midnátt kom róp í: «Sí, nú kemur brúðgómurin! Farið út at møta honum!»
v7: Tá vaknaðu allar hesar moyggjarnar og fóru at gera lampur sínar til.
v8: Men hinar óhygnu søgdu við hinar hygnu: «Latið okkum fáa eitt sindur av olju frá tykkum, tí at lampur okkara slokna.»
v9: Men hinar hygnu svaraðu og søgdu: «Nei, tað fer ikki at røkka til hjá okkum og hjá tykkum við. Farið tit heldur til teirra, ið selja, og keypið tykkum sjálvum.»
v10: Meðan tær nú fóru avstað at keypa, kom brúðgómurin; og tær, ið búnar vóru, fóru við honum inn til brúdleyps; og dyrnar vórðu latnar aftur.
v11: Men seinni komu eisini hinar moyggjarnar og søgdu: «Harri, harri, lat okkum upp!»
v12: Men hann svaraði og segði: «Sanniliga sigi eg tykkum, eg kenni tykkum ikki.»
v13: Vakið tí, tí at tit vita hvørki dagin ella tíman!
Armgarð Arge og Kári Sólstein leggja sendingina til rættis.
Hevur tú viðmerking til sendingina, ber til at skriva til teldupostbústaðin:
[email protected]