Best kendur er hann helst úr Harkaliðnum, men umframt pláturnar hjá teimum læt hann eisini frá sær fleiri aðrar plátu- og bandupptøkur.
Meginparturin er tikið upp í donskum upptøkuhølum. Jógvan skrivaði hópin av løgum, og í fleiri førum eisini tekstir til nógvar av sangunum á sínum útgávum.
Talan er um gamlar plátur og bond, sum fáur spælir longur. Yngra fólkið kennir lítið til henda sangskattin, tí at kalla einki av tónleikinum er alment atkomiligt á dagsins miðlapallum.