"Tríggir lokalir popparar hittast" var heitið á almennum tiltaki í Skótahúsinum í Runavík í mentanarvikuni tann 22. apríl, 2019. Óli Poulsen, Hans Poulsen og Niclas Johannesen, allir úrmælingar innan tónleikaframleiðslu, hittust í Skótahúsinum í Runavík, fyri at práta og hugleiða um hetta at framleiðatónleik.
Hvør framleiðari hevði valt sangir hjá hinum, ið vórðu spældir og viðgjørdir frammanfyri einari vælupplagdari áhoyrarafjøld, sum eisini slapp framat vi spurningum til teir tríggjar tónleikaframleiðararnar.
Eyðfinn Jensen hevur lagt sendirøðina til rættis.