Á Kyndilsmessudansinum á Eiði leygarkvøldið tók Kringvarpið upp Dvørgamoy I, Fípuna Føgru og hitað varð upp við Tá eg verði stórur. Í almenna dansinum í Reinsarínum eftir nógvu upptøkurnar tann 23. januar, tók Kringvarpið upp Lorvíks Páll, Kong Sverke og Kópakvæði. Vit hoyra hesuferð Tøkum Lætt, Dansifelagið á Látrinum og Dansifelag Kaggans kvøða Fipuna Føgru og Dvørgamoy I. Regin Eikholm skipar Fípuna og Óli á Geilini skipar Dvørgamoy. Í almenna dansinum skipar Hendrik Egholm Kópakvæði