Trok.fo vitjaði við bandupptakaranum á Hotel Djurhuus, har føroyska kvinnulandsliðið heldur, eitt samdøgur áðrenn spennandi dystin ímóti Eysturríki. Lagið var gott og vónirnar vóru góðar, tá ið trok.fo prátaði við Ninnu Katrin Johansen, Sonna Larsen, Anniku Fríðheim Petersen, Brynhild Pálsdóttir og Turið Arge Samuelsen.