Er Fólkakirkjan í einari kreppu? Meðan tey liberalu tosa um, at tey konservativu hava fingið ov nógv vald, brýtur ein bólkur av konservativum frá kirkjuni, millum annað tí tey meina, at kirkjan er ov liberal. Hvussu finna vit savningarmegi í eini fólkakirkju, har tað sær út til, at pólarnir flyta seg longur og longur vekk frá hvørjum øðrum?