Fyri trimum árum síðani kollveltist tilveran hjá 56 ára gamla Eyðuni Hansen í Vestmanna.
Tað var fríggjadagur, arbeiðsdagurin var komin at enda, og Eyðun hevði verið í Kollafirði við kranabilinum í arbeiðsørindum.
- Eg prátaði við onkran í Kollafirði, seti meg síðani í bilin aftur og koyri til Vestmanna, sigur Eyðun Hansen.
Tað, sum hann ikki hugsaði um hasa løtuna, var, at hann gloymdi at stilla kranan á bilinum heilt niður aftur, eftir at hann hevði brúkt hann.
Men tað gjørdist Eyðun ikki varugur við, fyrr enn hann koyrir inn í Leynatunnilin.
- Eg merkti eitt rykk í bilinum, og brádliga var eg á veg inn ímóti vegginum í tunnlinum. Tá eg rakni við aftur, var tað, sum var eg fastur og fekk als ikki flutt meg, sigur Eyðun Hansen.
Í Vegamótinum fortelur Eyðun Hansen, hvussu alt lívið broyttist hjá sær og familjuni handa dagin, tí frá tí degnum gjørdist tann annars so virkni maðurin lamin.