Leikstjórin Ken Loach, rithøvundurin Paul Laverty og framleiðarin Rebecca O ́Brian fevna um eitt serstakliga eydnuríkt samstarv í filmsheiminum.
Í felag hava tey skapt eyðkendar og vælumtóktar filmar sum “My Name Is Joe”, “The Wind That Shakes The Barley” og “The Angels’ Share”.
Nú eru tey so aftur aktuelt við sosial-realistiska drama filminum “Sorry We Missed You”.