Fyrr í tíðini varð alt av seyðinum gagnnýtt. Men nú á døgum tveita nógv fólk kring landið t.d. seyðalunguni burtur um heystið.
Í hesari sendingini gera vit ikki minni enn tveir rættir burtur úr seyðalungum. Lena Joensen á Húsum ger ein rætt til nátturða og Gretha Lassen í Vági ger ein døgurðarætt.
Harafturat greiðir Gertrud Joensen, bóndakona á Trøllanesi, frá, hvussu hon tekur slaktið upp og hvat hon gevur fjallmonnunum at eta.