Stakar sendingar - útvarp

Varðar á leiðini: Les Îles Féroé


Listen Later

Óli Poulsen og Jákup Marnar Anthoniussen eru høvuðsmenninir. Plátan var eitt nýbrot bæði tøkniliga og í stíli. Ljóðið hevur altjóða dám.
Óli Poulsen skrivaði flest øll løgini og hevði flestu ljóðførini um hendi. Jákup Marnar Anthoniussen var høvuðssangari á útgávuni.
Plátan var tikin upp í Bløndal-upptøkuhølunum í Keypmannahavn á sumri í 1987. Tosað varð við høvuðsmenninar og aðrar, ið meta um plátuna.
Sendingin varð fyrstu ferð send í 2006. Suni Merkistein skipaði fyri og Pauli Magnussen tók upp og setti saman.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

Stakar sendingar - útvarpBy Kringvarp Føroya