Share Verkavarpið
Share to email
Share to Facebook
Share to X
VERKAFÓLK VÓRU HER
Soleiðis ljóðar herrópið í nýggja átakinum hjá teimum fýra arbeiðarafeløgunum, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag.
Men hví hava tey sjósett hetta átakið? Hvør er boðskapurin? Hvat vil man hava burturúr? Og hvat er eitt verkafólk, soleiðis heilt ítøkiliga?
Tað fara teir báðir fakfelagsformenninir Heri Reynheim, Havnar Arbeiðarafelag, og Absalon Hansen, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, at greiða okkum frá í Verkavarpinum í dag.
VERKAFÓLK VÓRU HER
Soleiðis ljóðar herrópið í nýggja átakinum hjá teimum fýra arbeiðarafeløgunum, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag.
Men hví hava tey sjósett hetta átakið? Hvør er boðskapurin? Hvat vil man hava burturúr? Og hvat er eitt verkafólk, soleiðis heilt ítøkiliga?
Tað fara teir báðir fakfelagsformenninir Heri Reynheim, Havnar Arbeiðarafelag, og Absalon Hansen, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, at greiða okkum frá.
Hví er alt so dýrt? Fer dýra rákið at venda? Um ja, nær?
Og hvussu við hasum skattalættanum? Hvørjum gagnar hann? Um nøkrum?
Hesum spurningunum, og fleiri aftrat, havi eg fingið fíggjarfrøðing, Jan Otto S. Holm, og fakfelagsumboð, Sonju Jógvansdóttir, í Verkavarpið at geva okkum nøkur boð uppá.
Nú er hann her, poddurin um stytta arbeiðsviku.
Hvat vita vit um 37 tímars arbeiðsvikuna? Hvat fer tað at kosta hvørjum? Hvørjar fyrimunir hevur tað? Bæði sosialt og ísv, bruttotjóðarúrtøkuna til dømis?
Allir hesir spurningarnar, og nógv meira, fara Jan Otto S Holm og Regin Berg at greiða okkum frá – tað vóru nevniliga teir báðir, sum gjørdu frágreiðingina um 37 tímars arbeiðsviku í 2021, sum almenni arbeiðsbólkurin arbeiðir við nú.
Hvat gert tú, um tú brádliga - ella so líðandi - gerst heilt ella lutvíst óarbeiðsfør/ur?
Almannaverkið hevur fleiri skipanir, sum kunnu hjálpa tær, um tú av eini ella aðrari orsøk gerst kropsliga ella sálarliga tarnað/ur. Millum annað arbeiðsbúgving, tilagað starv ella fyritíðarpensión.
Í verkavarpið hava vit bjóðað Elina Ludvík, leiðara í deildini fyri arbeiðsbúgving í Almannaverkinum, og Sonju Jógvansdóttir, samskipara í Samtaki, at umrøða, hvørjir møguleikar eru fyri fólk við skerdum førleikum.
ONKI UM MEG UTTAN VIÐ MEG. Hetta slagorðið verður brúkt í ymiskum høpi, eisini innanfyri organisatiónssálarfrøði tá talan er um m.a. happing. Tað, sum liggur í orðingini er, at á arbeiðsplássinum eiga vit ikki at tosa UM hvønn annan, men heldur VIÐ hvønnannan.
Herfyri spurdu vit á sosialu miðlunum, hvørji evni tit, lurtarar, mettu átti at verðið tikin upp í Verkavarpinum. Sera nógv góð boð komu inn, takk fyri tað! Vit valdu tó evnið "happing á arbeiðsplássinum/happing millum vaksin" hesaferð.
Í poddvarpsstudio eru komin Erling Fles, sálarfrøðingur, og Birita Fritleifsdóttir Kjærbech, nevndarlimur í Starvsfelagnum. Vit trý viðgera happing; hvat er happing, hvør loysn er uppá happing, hvussu kann man fáa hjálp, og síðst men ikki minst, hvussu fyribyrgja við happing á einum arbeiðsplássi.
Í dagsins parti tosa vit um yvirmøði. Annbjørg Abrahamsen, sálarfrøðingur, hevur júst skrivað eina PhD-verætlan um yvirmøði hjá sjófólki. Úrslitini hon kom fram til, eru ikki smávegis skakandi. Millum annað er møðin hjá summum teirra so ógvuslig, at hon er at samanbera við eina alkoholpromillu á 1.0 . Til samanberingar kann nevnast, at promillumarkið fyri at koyra bil er 0.2!
Í dag er altjóða kvinnudagur og í tí sambandi varpa vit ljós á alt tað ólønta arbeiðið, kvinnur gera serliga í húsarhaldinum. Umframt alt tað praktiska, at heinta børn, støvsúgva, sortera klæðir, gera mat, skifta blæur v.m., so er tað eitt umfatandi "arbeiði" aftrat, sum kvinnur í sera stóran mun taka á seg: tað mentala arbeiðið (eisini kallað tað fjalda arbeiðið). Mentala arbeiðið inniber at minnast til foreldrafundir, tannlæknatíðir, spæliavtalur, ítróttartiltøk og so framvegis.
Marin Eidesgaard og Súsanna Samró eru gestir í Verkavarpinum í dag. Tær hava nevniliga skrivað høvuðsuppgávu á Setrinum um júst hetta evnið, mentalt arbeiði, og niðurstøðurnar hjá teimum eru, ikki óvæntað, at samanlagt arbeiða kvinnur meir enn dupult so nógv, sum menn, tá roknað verður uppí húsligt arbeiði og mentala arbeiðið.
Góðan stríðsdag, bæði kvinnur og menn!
Hvussu ber man seg best at í eini setanarsamrøðu? Kann man, sum umsøkjari, tilláta sær at seta nógvar spurningar til arbeiðsplássið? Og – hvussu byrjar man best sína ferð á einum nýggja arbeiðsplássinum? Hvussu tekur arbeiðsgevarin best ímóti tær? Allir hesir spurningarnir fer Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari hjá SEV, at svara okkum í hesum partinum. Hon hevur nevniliga júst hav tein fyrilestur á Vinnurákinum, um ta góðu at mynstranina og avmynstranina á einum arbeiðplássi.
”Vit eru eftirbátar á nøkrum økjum”. So bersøgin er Sonja Jógvansdóttir, fakfelagsfólk, um vantandi arbeiðsmarknaðarlógirnar í Føroyum, og vónar hon, at tey, sum verða vald á ting 8. des. vilja gera nakað við hetta.
Sonja Jógvansdóttir og Heri Reynheim, virkandi formaður í Havnar Arbeiðarafelag, sum eru gestir í Verkavarpinum í dag, vilja bæði staðiliga heita á komandi løgting um at fáa hesar lógirnar í gildi ongantíð for skjótt.
The podcast currently has 22 episodes available.