Skrivað stendur

«Við Guðs ríki er tað soleiðis vorðið...»


Listen Later

Í sendingini "Skrivað stendur" lesa vit prædikutekstin til sunnudagin og siga frá hugtøkum og øðrum, sum eru tongd at honum.
 
Jørgen Niclasen og Kristianna Winther Poulsen
Gestir í sendingini hesa ferð eru Jørgen Niclasen, løgtingslimur, og Kristianna Winther Poulsen, løgtingslimur. 
 
Teksturin til annan sunnudag fyri føstu (sunnudagur seksagesima)
Onnur tekstarøð
Mark. 4,26-32.
 
Líknilsið um sáðið, ið grør
v26: Og hann segði: «Við Guðs ríki er tað soleiðis vorðið, sum tá ið ein maður hevur lagt sáð í jørðina, 
v27: og svevur og fer upp nátt og dag, og sáðið sprettur og veksur høgt, hann veit ikki sjálvur hvussu; 
v28: av sær sjálvari ber jørðin grøði, fyrst nálir, síðan aks og síðan fult korn í aksinum. 
v29: Men tá ið akurin er staðin, setir hann straks á akurskurðin, tí at heystið er komið.»
 
Líknilsið um sinopskornið
v30: Og hann segði: «Hvat skulu vit líkna Guðs ríki við, ella í hvørjum líknilsi skulu vit sýna tað fram? 
v31: Tað er eins og eitt sinopskorn, sum, tá ið tað verður sáað í jørðina, er minni enn øll onnur frækorn á jørðini; 
v32: men tá ið tað er sáað, rennur tað upp og verður størri enn allar urtirnar og fær stórar greinar, so at himmalsins fuglar kunnu byggja reiður í skugganum av tí.»
 
Armgarð Arge og Kári Sólstein leggja sendingina til rættis. 
Hevur tú viðmerking til sendingina, ber til at skriva til teldupostbústaðin: [email protected]
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

Skrivað stendurBy Kringvarp Føroya


More shows like Skrivað stendur

View all
PL Showet by Qvortrup Media

PL Showet

2 Listeners

Fótbóltsprát by Kringvarp Føroya

Fótbóltsprát

0 Listeners