
Sign up to save your podcasts
Or


Í sendingini hesaferð er danin, Jens Peder Pedersen, gestur. Jens Peder hevur tey seinastu mongu árini regluliga vitjað Føroyar bæði sum talari til møtir og stevnur, men eisini sum ráðgevi hjá ymsum samkomum her.
Í fyrra partinum tosar Dánial um týdningin av Kristi himmalferð. Og í seinna partinum hoyra vit eina upptøku av HJARTAMÁL, sum er tikin upp hjá IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Í sendingini hesaferð er Bernhard Højgaard Petersen gestur. Bernhard er ein av ímyndunum av Frelsunarherinum í Havn, og sigur hann í sendingini bæði frá sínum uppvøkstri og tænastu í herinum.
Í fyrra partinum tosar Dánial út frá 1. Kor. 1 og Róm 8 um Rættvísi - Heilaggering - Endurloysing. Og í seinna partinum hoyra vit eina upptøku av HJARTAMÁL, sum er tikin upp hjá IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Í sendingini hesaferð hoyra vit eina talu, sum Tom Jacobsen pastorur í City Church Tórshavn helt í Frelsunarherinum mammudagin sunnudagin 11. mai 2025. Hann tosaði um kvinnuna, sum heilt frá skapanini varð síðusett við mannin.
Í fyrra partinum tosar Dánial út frá m.a. Ápostlasøguni og Lukas um ríki Guds. Og í seinna partinum hoyra vit eina upptøku av HJARTAMÁL, sum er tikin upp hjá IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Í sendingini hesaferð er Svein í Prestgarði gestur. Svein sigur serea grípandi frá lívi sínum bæði umvending og tænastu.
Í fyrra partinum tosar Dánial út frá Lukas 12 um Ríki Guds við Heilaga Andanum. Og í seinna partinum hoyra vit eina upptøku av HJARTAMÁL, sum er tikin upp hjá IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Í sendingini hesaferð er Jógvan Zachariassen gestur. Jógvan sigur m.a. frá einum stórum evangeliskum festivali í Etiopia fyrr í ár, sum hann var partur av.
From the publisher's feed