
Sign up to save your podcasts
Or


Í sendingini hesaferð er Bergur Debes Joensen gestur. Í samband við, at Bergur hevur verið prestur í Vesturkirkjuni í góð 25 ár, sigur hann frá tilgongdini at gerast og vera prestur.
Í sendingini hesaferð er Heðin Lamhauge gestur. Hann tosar út frá Efesusbrævinum um okkum í Kristusi og um Kristus í okkum.
Í fyrra partinum tosar Dánial út frá Jóh. 7 og 8 um Jesus í mótsetningi til ráðharrar jødanna, og í seinna partinum hoyra vit ein part av HJARTAMÁL, sum er tikið upp í IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Í sendingini hesaferð er Tom Jacobsen gestur. Hann tosar millum annað um Salomon, og um hvussu ættartalvan hjá Jesusi í Matteusi vísir Guds náði.
Í fyrra partinum tosar Dánial um uppreisnina, og í seinna partinum hoyra vit ein part av HJARTAMÁL, sum er tikið upp í IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Í fyrra partinum tosar Dánial út frá Matteus 16 "Hvønn sigur fólk Menniskjasonin vera?". Og í seinna partinum hoyra vit eina upptøku av HJARTAMÁL, sum er tikin upp hjá IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Í sendingini hesaferð eru Pernille Liland og Elisabeth Petersen gestir. Tær báðar hava luttikið á einum skeiði í Havn um tað profetisku tænastuna og tosa í sendingina um tað profetisku dimensjónina.
Í fyrra partinum tosar Dánial út frá Johs.ev. um, hvussu jødarnir reageraðu uppá, at Jesus segði seg vera Son Guds - Gud. Og í seinna partinum hoyra vit eina upptøku av HJARTAMÁL, sum er tikin upp hjá IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
From the publisher's feed