
Sign up to save your podcasts
Or


Í sendingini "Við vegin" hesuferð er Heðin Lamhauge gestur. Heðin tosar um: Hvussu sær evangeliið, ella Guds opinberingin, út millum okkum trúgvandi.
Í sendingini "Við vegin" hesuferð er Tom Jacobsen gestur. Tom tosar út frá evninum "Tað er fullgjørt", sum hann eisini talaði í City Church sunnudagin 9. juli 2023.
Í sendingini "Við vegin" hesuferð er Sámal Hanni Lognberg gestur. Umframt hansara vælsignaðu náðitalu, hoyra vit hann eisini syngja nakrar sangir live.
Í januar 2009 hevði Dánial á Dul Jacobsen eitt sera áhugavert prát við Rógva Hansen, har hann sigur frá mangan knortlutu lívsleið síni, men eisini um, hvussu Faðirin í Himli tók ímóti burturvilsta soni sínum. Rógvi andaðist í juni 2012.
Í fyrra partinum tosar Dánial frá Johs.ev. um, hvussu jødarnir reageraðu uppá, at Jesus segði seg vera Son Guds - Gud. Og í seinna partinum hoyra vit eina upptøku av HJARTAMÁL, sum er tikin upp hjá IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Hoyr Eyðun Jacobsen, í hesi triðju sendingini, siga frá, tí sum Harrin ger í Norra, og tá Harrin í einum nú grøddi hann og gav honum fullan førleika aftur. Eyðun sigur eisini frá ferðunum til Amerika í samband við tónleikaútgávur.
From the publisher's feed