Í sendingini "Við vegin" hesaferð var Heðin Lamhauge gestur. Hann tosaði um, hvussu vit skulu liva sum trúgvandi. Hann spurdi um ikki Kristus er fokusið í heilaggeringini eins væl og Hann er tað í rættvísgeringini.
Í fyrra partinum hugleiðir Dánial um "Harrin hevur vitjað fólk sítt". Um munin á gamla og nýggja sáttmálanum. Seinni partur er HJARTAMÁL saman við Poul Færø. Upptøkan er tikin upp í IKTUS í Søldarfirði.
Heðin er gestur hjá Dánial. Tosað verður um, at Gud ikki bara vil vera Gud fyri okkum, men eisini Abba Faðir. Abba verður best umsett til føroyskt sum pápi ella babba.
Í fyrra partinum hugleiðir Dánial um sangirnar Amazing Grace og Gods Grace við støði í sanginum Who am I hjá Watermark. Lisið verður eitt stykki um John Newton, sum yrkti Amazing Grace. Seinni partur er Hjartamál saman við Poul Færø.