
Sign up to save your podcasts
Or


Í sendingini hesaferð er Anders Langkildehus frá Norea Mediemission, fyrr Norea Radio, gestur. Fyrr lurtaðu nógvir føroyingar eftir Norea Radio. Anders greiðir frá søguni og menningini hjá Norea.
Til ber at lesa meira um Norea Mediemission her www.norea.dk
Í fyrra partinum tosar Dánial um Pætur, og í seinna partinum hoyra vit ein part av HJARTAMÁL, sum er upptikin av IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Í sendingini hesaferð er Esben Engholm frá Acts Academy, gestur. Esben sigur frá síni tænastu sum lovsangsleiðari, ið nú er knytt at háskúlanum hjá Apostolsk Kirke í Kolding. Hann og konan Hanna, sum hevur føroyskar røtur, hava vitjað í Føroyum við nøkrum ungum frá Acts Academy.
Til ber at lesa meira um Accts Academy her www.actsacademy.dk
Í fyrra partinum tosar Dánial út frá Hebr 12 um at hava eyguni vend á Jesus, og í seinna partinum hoyra vit ein part av HJARTAMÁL, sum er upptikin av IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Í sendingini hesaferð eru Bjartur Nybo og Tom Jacobsen, gestir. Bjartur sigur frá sínum vitnisburði, og síðani tosa teir báðir um ungdómstiltakið Ekkó, ið var í Bylgjuni í Runavík í heystfrítíðini.
Í fyrra partinum tosar Dánial út frá frá Róm og Hebr um týdningin av at vera rættvísgjørdur, og í seinna partinum hoyra vit ein part av HJARTAMÁL, sum er upptikin av IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Í fyrra partinum tosar Dánial um "Hann er so nær, sum tú nevnir Hansara navn". Og í seinna partinum hoyra vit eina upptøku av HJARTAMÁL, sum er tikin upp hjá IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
Í sendingini hesaferð er Andras Eliassen, gestur. Umframt at Andras sigur frá síni bakgrund, sigur hann frá um Bíbliuappina, hann hevur ment fyri Føroyska Bíbliufelagið. Eisini er Andras upptikin av profetiunum um Jesus.
Í fyrra partinum tosar Dánial út frá Ápostlasøguni kapittul 13 um syndanna fyrigeving og um Guds rættvísgering, sum roknar okkum syndafrí við trúgv á Jesus Kristus. Í seinna partinum hoyra vit ein part av HJARTAMÁL frá IKTUS Sjónvarp, sum er prát millum Poul Færø og Dánial.
Í fyrra partinum tosar Dánial um: Gudómliga umbýti. Og í seinna partinum hoyra vit eina upptøku av HJARTAMÁL, sum er tikin upp hjá IKTUS í Søldarfirði og er prát millum Poul Færø og Dánial.
From the publisher's feed