Vegamótið

Viðgjørdi tunglyndið við yoga


Listen Later

Sjónleikarin og tónleikarin, Búi Dam, upplivdi av álvara eitt vegamót í lívinum, tá hann gjørdist álvarsliga sjúkur av tunglyndi. Læknarnir viðmældu honum at taka tablettir móti tunglyndi, men hesar frávaldi Búi Dam.
Ístaðin royndi hann at viðgera seg sjálvan við at gera yoga og annars liva eftir yoga lívsstílinum.
- Eg visti, at var tað nakað, sum kundi hjálpa mær, var tað yoga, sigur Búi Dam, sum fór bæði til Svøríkis og India fyri at hugsavna seg um yoga.
Í sendingini greiðir Búi Dam frá, hvussu hann eitt nú nakrar vikur skuldi liva í fullkomnari tøgn, hvussu hann á heilt sermerktan hátt reinsaði kroppin, og eisini greiðir hann frá tíðarskeiðinum, tá hann var í kleystri í India.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

VegamótiðBy Kringvarp Føroya