Vinnukikarin

Vinnukikarin

By Vinnuhúsið, House of IndustryNewsBusiness News
Download on the App Store

Vinnukikarin episodes

  • Tá ið møguleikarnir liggja uttanlands

    Hvussu veksur ein føroysk fyritøka út um heimamarknaðin, og hvat krevst fyri at fáa fótafesti uttanlands? Hesa ferð eru vit í Fuglafirði og tosa við Jørgin Jacobsen, stjóra í Sandship, um vøkstur, nýggjar marknaðir, kapping og tær avgerðirnar, sum hava flutt fyritøkuna longur út í heim.

    1 hr 5 min
  • Undir vatnskorpuni: Lívið sum vinnukavari

    Í hesum parti av Vinnukikaranum tosa vit við Høgna Kjeld, vinnukavara og stjóra í Green Marine Divers. Vit tosa um lívið sum vinnukavari, hvat tað í veruleikanum merkir at vera vinnukavari og um at arbeiða í einum umhvørvi, har flestu av okkum ongantíð koma.

    Gestur: Høgni Kjeld
    Vertur: Áki Leitisstein Hansen

    40 min
  • Atlantic Airways Aviation Academy - Vinnuátakið 2025

    Í hesum parti av Vinnukikaranum tosa vit við Jóhannu á Bergi, stjóra í Atlantic Airways. Vit tosa millum annað um tey 10 árini, har ið Jóhanna hevur verið stjóri og menningina í felagnum, og so tosa vit eisini um nýggja simulatordepilin, Atlantic Airways Aviation Academy, sum fekk heiðurin Vinnuátakið 2025 á ársins Vinnudegi.

    45 min
  • Vinnukikarin: Poul Hansen er Ársins Virki 2025

    Hesaferð vitjar Vinnukikarin Poul Hansen, sum nýliga varð kosið Ársins Virki 2025. Vit tosa við Tony Rasmussen, nýklakta stjóran í samtakinum.

    Hvør er Tony Rasmussen, og hvat merkir tað fyri hann og Poul Hansen at fáa heiðurin? Hvør er orsøkin til góðu gongdina, og hvørjar møguleikar sær Tony fyri sær, at Poul Hansen kann vaksa?

    19 min
  • Vinnukikarin: GroAqua er Ársins Virki 2024

    Vinnukikarin er hesaferð á ferð á Kambsdali hjá GroAqua, har vit tosa við stjóran Suna Justinussen.  

    GroAqua er Ársins Virki 2024. Men hvat ger GroAqua? Hvør er orsøkin til góðu gongdina seinastu árini? Og hvørjar eru avbjóðingarnar við at hava nógv virksemi uttan fyri landoddarnar?  

    21 min
  • Vinnukikarin: Hvønn búskaparligan týdning hava útlendsku starvsfólkini í Føroyum?

     Í hesum Vinnukikaranum hugsavna vit okkum um tann samfelagsbúskaparligi týdningin. 

    Hvussu stórt búskaparligt íkast hava útlendsk starvsfólk í Føroyum? Hvør er orsøkin til, at útlendsku starvfólkini eru vaksin so nógv í tali og hvørjar eru negativu avleiðingarnar av útlendsku starvsfólkunum?  

    Hetta fara vit millum at viðgera nærri í Vinnukikaranum hesaferð saman við Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingi, sum hevur greinað hetta.  

    27 min
  • Vinnukikarin: Hvussu burðardygg er føroyska vinnan?

    Hvussu burðardygg er vinnan í Føroyum? Hvørjar vinnur hava størsta útlátið og hví heldur vinnan, at grøna orkuskiftið gongur ov seint?

    Hesir spurningar verða umrøddir í  Vinnukikaranum hesaferð. Gestur er Súsanna Berg, ráðgevi í burðardygd hjá Vinnuhúsinum.

    25 min
  • Vinnukikarin: Hvussu ávirkar vánaliga haldførið vinnuna?

    Hví skal vinnan yvirhøvur geva haldførinum ans? Hvussu ávirkar vánaliga haldførið vinnuna og kann vinnan gera nakað sjálv fyri at betra um haldføri? 

    Í Vinnukikaranum hesaferð hyggja vit nærri at haldføriskanningini hjá Búskaparráðnum saman við Fróða Magnussen, formanni í Búskaparráðnum. 

    17 min
  • Vinnukikarin: Hvussu væntar vinnan, at 2024 fer at hilnast?

    Hvussu væntar vinnan, at 2024 fer at hilnast? Fer búskaparvøksturin at halda fram? Og verður 2024 árið, har málið um gongd í haga verður loyst?
     
    Hetta verður millum annað  umrøtt nærri saman við Jón Sigurdssyni, formanni í Føroya Arbeiðsgevarafelag, í Vinnukikaranum hesaferð.  

    14 min

About Vinnukikarin

From the publisher's feed

Vinnukikarin er poddvarpið hjá Vinnuhúsinum, sum setur kikaran á og kring vinnuna í Føroyum