Dansifelagið í Havn kvøður Sigmundarkvæði eldra. Birgir Djurhuus skipar. Kringvarpið tók upp á Meiarínum í januar 2017. Teir tríggir tættirnir vórðu sendir í trimum sjónvarpssendingum í fjør. Nú eru tættirnir settir saman til eina heild. Nólsoyingar kvøða síðani Fruntatátt, sum Nólsoyar Páll yrkti, Erlendur Thomsen skipar. Poul Johannes Poulsen, Pól Johannes á Gaddinum, yrkti kvæðið um Gunnar á Líðarenda, sum Hargin Joensen skipar í Sumbiar Dansifelag. Jeg ser så mangt er orlogsskib er vísa, sum Eysturoyar Dansifelag kvøður, Sámal Petur Petersen í Funningi skipar.