Fyrst í sekstiárrunum tók Útvarp Føroya upp nakrar vísur og nøkur kvæði í hølunum á Bryggjubakka. Talan var um dansifólk í Havn og av bygd. Bjarni Mohr skipar Torkilsdøtur og Poul Eide skipar Blakman Konge. At enda skipar Hákun Jacobsen Gráa tátt í Dansifelagnum í Havn. Heðin Brú yrkti táttin um stríðið, sum tók seg upp, tá løgtingið broytti jarðarlóggávuna í tríatiárunum, og Sjálvstýrisflokkurin fór í tvey, tí bøndurinir vórðu misnøgdir um millum annað traðarlógina.