Norðstreymoyingar kvøða Brókatátt, sum Johannes Bjørgvin skipar. Virgar Dahl skipar Kong Sverke í Dansifelagnum á Látrinum. Vága Dansifelag kvøður Guðbrandskvæði, Heini Holm skipar. Einasta upptøkan vit hava við kvæðinum, Frúgvin Espalín, er tikin upp í Klaksvík, Leivur Jacobsen skipar. Vit hava bara tvær upptøkur við Brúsajøkil og báðar eru tiknar upp í Dansifelagnum í Havn. Í hesi upptøkuni skipar Niels á Velbastað Brúsajøkil. At enda skipar Leo Poulsen 1. tátt í Fuglakvæðinum í Nólsoyar Dansifelag í 1997.