- Alt broyttist, tá handan ferðsluvanlukkan hendi. Einki er tað sama longur.
Orðini eigur Bjørg Djurhuus, sum fyri tveimum árum síðani misti mannin, Høgna Carlsson, í syrgiligari ferðsluvanlukku í Vágum.
Hetta var tann dagin, tá oyggjaleikahópurin kom aftur av Bermuda, og av tí at badmintonleikararnir høvdu staðið seg ómetaliga væl á Bermuda, varð skipað fyri móttøku uttan fyri Badmintonhøllina í Havn henda dagin.
Men tað, sum skuldi vera ein góður dagur, endaði sum ringasta marran fyri Bjørg Djurhuus og hennara trý børn. Høgni Carlsson var millum teir tríggjar menninar, ið lótu lív í ferðsluvanlukkuni tann 21. juli 2013.
Í Vegamótinum fortelur Bjørg Djurhuus fyri fyrstu ferð um hesa upplivingina.
Hóast tíðin líka síðani hevur verið ógvuliga hørð, er tað eitt, sum hon og familjan gleðast um.
- Hóast vit sum familja hava uppliva tað størstu sorgina nakrantíð, so hava vit eisini upplivað ein ótrúligan, treytaleysan kærleika frá øllum rundanum okkum. Serliga mín familja, verfamilja og fantastiskir vinir hava vart okkum alt samdøgnið. Eg ivist í, um vit høvdu møtt slíkari umsorgan og stuðul, høvdu vit liva aðrastani enn í Føroyum, sigur Bjørg Djurhuus.