Summi av teimum, sum búgva á sambýlinum á Mýrini hava búð á somu adressu fyrr, hóast umstøðurnar vóru heilt øðrvísi. Tey húsini vórðu rivin niður fyri at geva pláss fyri nýggja heiminum.
Bjørg Arge er leiðari á sambýlinum, og saman við hinum starvsfólkunum er tað hennara uppgáva at gera sambýlið so heimligt og hugnaligt sum gjørligt, umframt at fáa gerandisdagin hjá búfólkunum góðan. Tey leggja seg eftir at ganga teirra ynskjum á møti í so stóran mun, sum tilber.