Summarmorgun

Summarmorgun

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Summarmorgun episodes

  • Kópurin etur líka nógv sum veiðiførini fiska
    Veiðimaðurin Hjaltur Poulsen í Klaksvík hevur skjóttgangandi bátin Eldorado, sum er 7,3 metrar langur og siglir 40 míl. Hann er nógvar túrar á floti og siglir víða um og er ein gløggur eygleiðari í náttúruni. Hann hevur stóran ampa av, at kópurin er so nógv vaksin í tali.
    - Kópurin er sera nógv øktur í tali, tí vit kunnu ikki skjóta hann. Við teimum nøgdum eg havi sæð og hoyrt aðrar tosa um, havi eg roknað út, at kópurin etur nærum líka nógv sum fiskað verður av rundum fiski undir Føroyum, sigur Hjaltur, ið meinar at politikararnir eiga at gera nakað, so loyvt verður at skjóta.
    Hjaltur hevur somuleiðis stóran ampa av skarvinum, sum eisini er nógv vaksin í tali, tí loyvt er ikki at skjóta hann ta tíðina tað hevði borið til at skotið ungarnar.
    - Eg havi ongantíð sæð so nógvan skarv sum nú. Hann er fleirfaldaður í tali og hann er ein serliga átufrekur fuglur, ið etur ómetaliga stórar nøgdir av fiski, sigur Hjaltur.
    Eisini her meinar hann at lóggevandi politikararnir eiga at bera so í bandi, at loyvt verður at skjóta skarv í august, meðan tað ber til at veiða ungarnar.
    Hjaltur Poulsen er sannførdur um, at um politikararnir ikki taka seg saman og loyvi at skjóta bæði kóp og skarv, verður heilt galið.
    Her kanst tú hoyra sjónarmiðini, sum Haltur Poulsen hevði í Summarmorgni í morgun.
    20 min
  • Føroyingar stuðla ótrúliga væl
    Tey umborð á Logos Hope, sum er gamla Norrøna, vóru sera glað fyri hjartaligu móttøkuna tey fingu á vestaru bryggju í Havn  í gjár, siga tey.
     
    Og í móttøkuni umborð á Logos Hope sigur Margareth Dalheim Djurhuus, landsleiðari hjá OM í Føroyum, okkum, at Logos Hope fær serliga góðan stuðul úr Føroyum.
     
    - Tað er rørandi hvussu stóran stuðul vit fáa. Vit fáa beinleiðis fíggjarligan stuðul úr Føroyum, serliga í sambandi við oljuna, og harafturat tekur eingin pengar fyri nakra veiting vit fáa meðan vit eru her. Eftir móttøkuna á vestaru bryggju komu 50 fólk - bæði maskinmenn, elektrikarar og handverkarar av ymsum slag, umborð og fóru niður í maskinrúmið at gera ymsar umvælingar meðan skipið er her. Alt er sjálvboðið.
     
    Margareth hevur hoyrt frá fleiri, at tað er serliga spennandi at arbeiða niðri í maskinrúminum á Logos Hope, tí har er alt so gamalt. Tú kanst røra við tingini og merkja at tú gert mun.
     
    Logos Hope liggur á Havnini og verður opið fyri fólki til mikudagin, og so verður farið til Klaksvíkar.  Í báðum støðum verður skipað fyri rundvísing bæði fyri almenninginum og fyri skúlaflokkum.
    4 min
  • Læri líka nógv eitt ár umborð sum 10 ár í landi
    Seinnapartin í gjár kom missiónsskipið Logos Hope, sum er gamla Norrøna, á Havnina og stór móttøka var á vestaru bryggju. M.a. spældi Havnar Hornorkestur og røður vóru. Um vikuskiftið og í næstu viku hevur almenningurin so høvi at vitja umbroð og fáa skipaðan rundtúr. Teir fyrstu dagarnar í Havn og síðani í Klaksvík.
    Seks føroyingar eru millum tey 300 fólkini sum nú eru við Logos Hope. Av teimum eru seks føroyingar, og í Summarmorgni í morgun var samrøða við tríggjar av teimum. Tey eru skiparin Jákup Godtfred, Eirikur Lauritsen, maskinmeistari, og Jóhanna Hendriksdóttir Olsen, sum er goymslufólk í køkinum umborð.
    Jákup Godtfred, skipari, segði at tað var ein góð og serlig kensla at koma inn á Havnina seinnapartin í gjár til eina hjartaliga móttøku.
    Eiriku Lauritsen, maskimeistari, sigur at høvuðsmotorarnir eru teir somu sum tá skipið var Norrøna. Teir eru yvir 50 ára gamlir, men eru væl viðlíkahildnir. Ljósmotorarnir eru nýggir.
    - Hetta er fjórðu ferð eg havi verið við Logos Hope, og fyrstu ferð eg var við møtti eg konu míni, sum er úr Meksiko. Nú búgva vit í Miðvági, sigur Eirikur Lauritsen.
    Hetta er aðru ferð Jóhanna Hendriksdóttir Olsen úr Lamba mynstrar við Logos Hope. Fyrru ferð var fyrst í hesum árinum, tá hon var tríggjar mánaðir við. Nú skal hon vera umborð í eitt heilt ár.
    - Onkur hevur sagt, at vit læra líka nógv eitt ár umborð her sum 10 ár á arbeiðsmarknaðinum heima og eg má geva viðkomandi rætt, sigur Jóhanna.
    Tey arbeiða átta tímar fimm dagar um vikuna, og tey gjalda sjálvi eitt ávíst gjald um mánaðin fyri at vera volotørar umborð. Ein triðingur av inntøkunum hjá Logos Hope kemur frá volontørunum, ein triðingur frá Bókasøluni umborð og ein triðingur er stuðul.
    - Trúgvin skapar virðini umborð og tí er tað so lætt at koma umborð og umgangast alla manningina. Her er einki privatlív og tú hevur kamar saman við øðrum, men um tú hevur brúk fyri at vera privat onkuntíð, lova fólk tær eisini tað, sigur Jóhanna Hendriksdóttir Olsen.
    Her kanst tú hoyra innslagið umborð á Logos Hope, sum var í var Summarmorgni í morgun.
    15 min
  • Summarmorgun
    Vit fara umborð aftur á Logos Hope.
    Longu sum tannáringur fór Gissur Patursson at gera upptøkur við føroyskum rock- og poppbólkum. Nú eru hesar stálbandsupptøkurnar talgildar og fleiri teirra vera at hoyra í næstum. Vit hava gjørt eitt prát við Gissur, samstundis sum vit eisini hoyra tvey av upptiknu løgunum.
    Og vit fregnast um Suðurtónar á Tvøroyri.
    47 min
  • Summarmorgun
    Seinrapartin í gjár var skipað fyri móttøku, tá Logos Hope, ið er gamla Norrøna, legði at í Havnini, og í morgun er Tórður Mikkelsen farin umborð at hitta skiparan, Jákup Godtfred.
    Bodil Meisner hevur tað gott í dag, men soleiðis hevur tað ikki verið altíð, tí barna- og ungdómsárini vóru nógv merkt av sálarligum trupuleikum.
    Bodil setur orð á sínar avbjóðingar og hví og hvussu hon hevur tað í dag.
    Hjaltur Poulsen.....
    55 min
  • Gevið okkum útjavning og minni tunnilsprát
    Í 12 ár búði Miriam Jannit Norðberg, stjóri á Ítróttarháskúlanum í Vági, uttanlands. Tvey ár í Hollandi og 10 ár í Danmark. Hon heldur at vit kunnu læra nakað av øðrum.
    - Tað er løgið at eingin tosar um fíggjarliga útjavning millum øki í Føroyum, tí mær vitandi er okkurt slag av útjavning í øllum hinum norðurlondunum, sigur Miriam.
    Hon heldur at brúk er fyri einum  útjaðara- og útjavningarpolitikki, eins og tey hava í øðrum norðurlondum, tí tað hevði gjørt lívið rættvísari fyri okkara útjaðara. Harafturat sigur hon, at allir almennir stovnar eiga at hava ein útjaðarapolitikk. Og so eigur tað nógva tosið um Suðuroyartunnilin at fylla minni, tí tað koyrir sína gongd.
    Hoyr alla samrøðuna, sum var við Miriam í Summarmorgni, her.
    11 min
  • Airbus flogførini vóru størsta framstigið
    Marius Davidsen hevur havt sín seinasta arbeiðsdag í Atlantic Airways, tí hann júst er givin fyri aldur. Hann hevur verið í felagnum frá byrjan av í 1988 og flestu árini hevur hann verið fíggjarstjóri.
    -Tað verður spennandi at finna eitt nýtt lív, tí alt hevur verið arbeiði hesi árini, sigur Marius, sum nú hevur havt nakrar dagar sum pensionistur. Ein av døgunum hevur hann verið á floti.
    Marius greiðir frá at føroyska flogfelagið fekk eina tunga byrjan, tí tað rendi seg í stóru kreppuna fyrrapartin í 90-unum. Men miðskeiðis í 90-unum glapp. Tá fór at ganga betur aftur í Føroyum og fleiri fóru at flúgva.
    -Tað er ófatiligt at vit hava eitt so gott flogfelag og so gott flogsamband við útheimin. Tað stendur ikki í nakrari lærubók at vit, sum bara eru gott 50.000 fólk, skulu hava eitt væl virkandi flogfelag, tí hyggja vit uttan um okkum, eru tey flestu flogfeløgini í grannalondunum farin av knóranum. Flúgving er ein torfør vinna.
    Helvtin av ferðafólkinum hjá Atlantic Airways eru útlendingar og 40 prosent av virkseminum er leiguflúgving.
    Spurdur hvat størsta framstigið hjá Atlantic Airways hevur verið hesi árini, ivast Marius Davidsen ikki eina løtu.
    -Airbus flogførini hava verið størsta framstigið. Tá kundi felagið flúgva meira burðardygt. Harafturat kom RMP-skipanin, sum er ein GPS-navigatión, og við henni kunnu flogførini lenda í verri sýni enn frammanundan og tað hevur gjørt flúgviingina í Vágum regluligari.
    Hoyr samrøðuna við Marius Davidsen, fyrrverandi fíggjarstjóra hjá Atlantic Airways, her.
    12 min

About Summarmorgun

From the publisher's feed

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

More shows like Summarmorgun

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners