Summarmorgun

Felagskenslan og trúfestið er viknað


Listen Later

Teir ásanna kortini, at pengafótbólurin er komin fyri at vera í Føroyum. Poul og Heri hugleiddu um broytingarnar í føroyskum fótbólti seinnu árini í Summarmorgni í morgun.
Er allur framburður góður? Ella er vandi í hvørjari vælferð?
Hjá teimum, sum yngri eru, man ikki vera lætt at ætla um, hvussu stórur munurin er á fótbólti nú og fyri hálvthundrað árum síðani.
Fyri fjøruti árum síðani varð spælt á grúsvøllum. Vit høvdu einki sersamband fyri fótbólt, og tí ongan limaskap í altjóða samgongunum.
Europa Cup var fyri hinar. Og landsdystir vórðu ikki spældir móti øðrum londum uttan onkur hendinga dystur móti íslendingum ella hetlendingum.
Og peningur millum felag og spælarar var eingin.
Sjónvarp og internet var ikki komið, útlendskur fótbóltur sást tí ikki uttan tá ið okkurt hissini fremmant lið hendingaferð vitjaði í Føroyum.
Nógv er tí broytt hesi árini.
Tveir, sum vóru frammarlaga í føroyskum fótbólti fyri á leið fimti árum síðani, men framvegis fylgja væl við í tí, sum fer fram í dag, siga seg kortini bara hava góð minnir frá føroyskum fótbólti í 60- og 70-árunum.
Poul Michelsen, sum nú er 81 ár, gavst sum fótbóltsspælari í 1972. Hann gjørdist tá formaður í fótbóltsdeild ÍSF´s, og gekk undan í fyrstu royndunum at vinna Føroyum limaskap í altjóða fótbóltssamgongunum.
Heri Nolsøe, sum nú er 75 ár, spældi til 1979. Hann var ein av bestu spælarum í føroyskum fótbólti í síni tíð.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

SummarmorgunBy Kringvarp Føroya


More shows like Summarmorgun

View all
Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Við Tórði á túri by Kringvarp Føroya

Við Tórði á túri

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners