Við Tórði á túri

Við Tórði á túri

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Við Tórði á túri episodes

  • Við Tórði á túri - Húskallur í Norðradali fyri 71 árum síðan
    Saman við Rólvi Sivertsen vitja vit í Norðradali, og hann greiðir frá ymiskum minnum frá mánaðunum hann var har í 1955 - frá mánaðarskiftinum februar-mars til ólavsøku.
     
    Í sendingini vitja vit í Niðristovu, har núverandi festari, Ólavur Reinert, eisini greiðir frá garðinum og søguni hjá garðinum. Eisini gera vit eitt legg út í stóra neytafjósið úti á Ytru Fløtum, har Ólavur Andreasen, bóndi, greiðir frá stóra garðinum.
     
    -Tað eru alt góð minnir eg havi hiðani, og eisini góð minnir um tey menniskju sum livdu her, staðfestir Rólvur Sivertsen á túrinum í Norðradali, nú 71 ár eru síðani hann var húskallur her.
     
    Tú kanst hoyra útvarpssendingina her.
    52 min
  • Við Tórði á túri - Tá Havaldan sakk fyri 50 árum síðani
    Tað var ein dramatisk hendind, tá ídnaðartrolarin Havaldan úr Saltangará fyri júst 50 árum síðani sakk stutt úr Hetlandi, eftir at skipið hevði fingið slagsíðu og tað ikki eydnaðist at rætta skipið uppaftur. Tað eydnaðist allari manningini at koma umborð á danska skipið Strømfjord áðrenn Havaldan sakk.
    -Nógv ár eru liðin síðani hendingina, men eftir stendur, at tað stóra var at Várharra bjargaði okkum øllum umborð á danska skipið, sigur Manbjørn í Grund, sum var skipari á Havalduni. Tá var eftirnavnið Olsen. Hinir báðir, sum greiða frá hendingini í hesari sending, eru Leivur Sørensen, sum var stýrimaður, og Jónhard Berg, sum var maskinmeistari.
     
    Fimm mans vóru við Havalduni lagnutúrin. Umframt teir tríggjar sum greiða frá í sendingini, vóru Heðin Jacobsen,  19 ár, og danin Jesper Henriksen, 17 ár, eisini við.
    Tú kanst hoyra sendingina her.
    51 min
  • Við Tórði á túri um tyrlutænastuna hjá Atlantic Airways
    -Umframt regluligu rutuna til útoyggjar er tyrlumanningin altíð til reiðar tá boð eru eftir teimum, og tyrlan hevur bjargað mannalívum. Hon er altíð ein skjót hjálp, sigur Inga Tórarenni í Skúvoy.
     
    Bæði Inga og hini útoyggjafólkini, sum tosað verður við í sendingini, eru samd um, at fyri útoyggjarnar er tyrlan ein lívlína, og tað hevði verið torført at búð á útoyggj um tyrlan ikki var. Ikki minst í Stóru Dímun eru tey glað fyri tyrluna, tí hon er teirra einasta ferðasamband. Annars er tyrluruta fýra dagar um vikuna, og flogið verður úr Vágum til Mykinesar, Havnar, Klaksvíkar, Svínoyar, Kirkju, Hattarvíkar, Skúvoyar, Stóru Dímun og Froðbiar. Henda dagin vit flúgva við eru Andreas Mouritsen og Rani Herup flogskiparar.
     
    Almenn tyrlutænasta varð sett á stovn fyrst í áttati árunum. Tey fyrstu árini var hon undir Strandferðsluni. Í 1994 yvirtók Atlantic Airways ábyrgdina av tyrluflúgvingini millum oyggjarnar. Og í 2021 fór Atlantic Airways undir uppgávuna at reka bjargingartænastuna.
     
    Um summarið er tað serliga útlendsk ferðafólk sum flúgva við tyrluni á rutuni, og um veturin er tað nærum bara føroyingar.
     
    Fyri fýra árum síðani fekk Atlantic Airways flogskúlan, sum eisini eitur Atlantic Airways Aviation Academy. Umframt okkara egnu flogskiparar, bæði við tyrlu og flogfari, koma nógvir flogskiparar uttanlands frá til Vágar at venja í simulatorinum. Henda dagin vit vitja á flogskúlanum eru tyrluskiparar úr Italia, Kýpros og Svøríki.
     
    -Alt byggir á trygd og e kann siga, at eg havi ongantíð kent meg ótryggan í tyrluni og ongantíð kent meg illa í tyrluni, sigur Andreas Mouritsen, flogskipari.
     
    Tey, sum vit annars hoyra í sendingini, eru: Andreas Mouritsen, tyrluskipari, Torbjørn Jacobsen, tyrluavgreiðslumaður í Havn, Jóannes Reinert frá Framleiðsluapotekinum, Mikkjal Petur Kerlok í Hattarvík, Høgni Djurhuus, lækni, Beinta Napoleonsdóttir, samkipari, Jón Brian Hvidtfeldt, reportari frá Degi & Viku, Gunnar Krúnufjall, tyrluavgreiðslumaður í Klaksvík, David Hallson Dalsgarð, ferðafólk, Teitur í Sjúrðagarði, ferðafólk, Hans Erik Jacobsen, leiðari á Tyrludeildini, Inga Tórarenni, tyrluagreiðslukona í Skúvoy, Jóanis í Hoygarðinum, bóndi í Skúvoy, Rani Herup, flogskipari, Jógvan Jón Petersen og Eva úr Dímun, bóndafólk í Stóru Dímun, Óla Jákum úr Dímun, fyrrverandi bóndi, og Danjal Bjarkhamar, tyrluavgreiðslumaður í Froðba.
    52 min
  • Við Tórði á túri á heystfjalli í Heygshaga á Strondum
    Fjalldagurin í Heygshaga er ein serligur dagur á Strondum. Heygshagi er millum teir størstu ognarhagarnar í landinum, og har eru úti við 40 eigarar. Tí er ein stórur partur av bygdini ávirkaður av fjalldegnum í ognarhaganum. 
     
    Hildið varð, at lombini í Heygshaga vóru ov smá, tí ov nógvur áseyður var í haganum. Tí varð avgjørt fyri nøkrum árum síðani at minka áseyðatalið ein fjórðing.
     
    -Tað er ótrúligt sum tað er nógv broytt hesi seinastu 30 árini. Tað er sum nátt og dagur. Fyrr var eitt lamb úr Heygshaga, sum vigaði 25 pund, mett at vera eitt gott  lamb. Í  dag er vanligt at lombini fara langt upp um 30 pund og ein partur fer eisini upp um 40 pund, sigur Jónhard Johansen, sum er ein av teimum trimum røktingarmonnunum í Heygshaga. Hann er sera glaður fyri gongdina. Í sendingini verður m.o. eisini tosað við hinar báðar røktingarmenninar, Artur Johansen og Jóhan Kass. Eisini verður tosað við 90 ára gamla Eliesar Høj.
     
    Í Heygshaga er kenning og tí kenna allir eigararnir sín seyð, sum teir passa um veturin. Umleið 1000 seyðir tilsamans eru komnir í stóru rættina Við Kolbeinagjógv, og tað er áhugavert at síggja hvønn einstakan eigara fara inn í rættina at finna sín seyð.
     
    Í sendingini verður tosað við fjallfólk í Heygshaga og fólk á rættini. Og tey, sum eru við í sendingini, eru: Artur Johansen, Sverri Kass, Tummas Eli Høj, Jan Abrahamsen, Eliesar Høj, Marita Danielsen, Rut Súsonnudóttir Kjærbo, Jóan Karl Danielsen, Borgar Persson, Marjun Johansen, Jóhan Kass, Jónhard Johansen og Hans Eli Jacobsen.
    52 min
  • Við Tórði á túri eftir veðrum í Tjaldavíkshólmi
    Fyri tey sum eiga frælsi í Tjaldhólmi er tað ein serligur dagur á árinum tá farið verður út eftir veðrunum, sum hava gingið har síðani fyrst í mai. Í sendingini í dag eru vit saman við hovbingum í Tjaldavíkshólmi. 14 fólk eru við úti í Hólminum í dag at reka veðrarnar í urðina, har teir verða tiknir.
    Vanligt var at hava 24 gimbrar úti í hólminum um veturin, men hesi seinastu fimm árini hava tey havt 12 veðrar har úti um summarið, frá fyrst í mai til út í oktober.
    Tað plagar at ganga væl, men henda dagin gongur minni væl. Í fjórðu royndini at reka teir í urðina eydnast at fáa hendur á teimum. Ein av veðrunum leyp á bláman, men báturin, sum lá út fyri, tók hann upp.
    Sum nakað nýtt fær tann, ið hevur besta veðrin, eitt ferðasteyp, sum varð latið fyrstu ferð í fjør.
    Niels Jespersen, sum er seyðamaður eins og pápin var, greiðir frá úti í hólminum. Hini, sum tosað verður við á hesum túrinum, eru: Krista Ludvig, Bergljót Ludvig, Olaus Jespersen, Óli Nielsen, Niels Bech og Sonne Ludvig.
    52 min
  • Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
    Millum 60 og 80 danskir jødar, sum ikki sluppu við bátum yvir um Oyrasund til Svøríkis, krógvaðu seg á loftinum í Gilleleje kirkju, tí dagin eftir skuldu teir sleppa við báti. Men um náttina 7. oktober 1943 umringaði Gestapo kirkjuna og fann jødarnar og fór avstað við teimum.
    Jógvan Julius Joensen var millum tey fáu lokalu sum upplivdu hesa hending og hon fylti nógv hjá honum. Hann var annars við í mótstøðurørsluni og, eins og nógv onnur í Gilleleje, hjálpti jødunum at sleppa við bátum yvir til Svøríkis
     
    Í sendingini verður vitjað á kirkjuloftinum í Gilleleje, og  Ole Buchardt Olesen, sóknarprestur, greiðir frá hendingini og samanhanginum hví tað endaði við at millum 60 og 80 jødar krógvaðu seg á kirkjuloftinum. Og Páll Joensen, bróðursonur Jógvan Julius, greiðir frá pápabeiggjanum.
     
    Jógvan Julius giftist í 1938 við Adu Andersen úr Gilleleje og tey fingu fimm børn. Hann var avskorin frá Føroyum alt kríggið. Sigur at hann royndi fleiri ferðir at skriva bræv heim til foreldrini í Fuglafirði, men hoyrdi einki aftur. Sjálvur smuglaði hann nøkur brøv við fólki til Svøríkis, sum var uttanveltað.
     
    Annars høvdu Føroyar alt lívið ógviliga nógv at siga fyri Jógvan Julius og hann vitjaði ofta aftur í Føroyum - seinastu ferð tá hann var 90 ára gamal.
    47 min
  • Eitt annað lív
    Frá ungum hevði Jóan Pauli Næs stóran áhuga fyri motorum og jarni, og tí fór hann ungur á Tórshavnar Skipasmiðju at læra. Hann var eisini til skips við Drátti, sum var dampdrivin trolari. Jóan Pauli var bæði maskinmaður og fýrbøtari og hann greiðir frá kunstinum at vera fýrbøtari. Honum dámar eisini væl at tosa um tíðina við skonnartini Hvítubjørn tá teir vóru í Grønlandi og róðu út frá skipinum við bátum, seks- og áttamannaførum, og fingu ómetaliga nógvan fisk.
    Síðani Jóan Pauli varð pensioneraður sum 74 ára gamal hevur hann brúkt nógva tíð í arbeiðsrúminum í kjallaranum á Neystabøi, har hann evnar nógvar lutir til -  grindaknívar, skóhorn og mangt annað.
    Í sendingini greiðir Jóan Pauli eisini livandi frá barnaárunum úti í Nesi. Har vóru nógvir óvitar og fjøran, bøurin og hagin og øll náttúran vóru teirra spælipláss.
    58 min
  • Við Tórði á skørutúri
    Yvirhøvur eru fólk, býlingar, kommunur og felagsskapir troytt av garðaskøruni, sum hevur serliga góð livilíkindi í Føroyum og sum yvirtekur har hon er. Garðaskøran er ein innræsin planta og nógv halda, at hon ikki hoyrir nátúrliga heima í Føroyum, tí hon minkar um lívmargfeldið.
     
    -Trupulleikin verður størri fyri hvørt ár, serliga í høvuðsstaðnum. Og hann er so mikið stórur, at hann skal takast í størsta álvara, sigur Guðrun Gærdum, anleggsgartnari hjá Hjálpirót. Hon heldur at kommunurnar áttu at kunnað betri enn tær gera í dag.
     
    Í ymiskum býlingum í høvuðsstaðnum hava fólk tikið seg saman at týna garðaskøru, og vit hoyra tey á Norðasta Horni, sum ein leygardag taka seg saman til endamálið.
     
    Skørutrupulleikin verður viðgjørdur á hesum túrinum. Og tey, sum eru við í sendingini, eru: Heðin Askham, anleggsgartnari í Klaksvík, Barbara Ólavsdóttir, Jógvan Jacobsen og Eyðbjørg Hansen á Norðasta Horni, Annleyg Patursson, sum hevur urtagarin við føroyskum plantum í Hoyvík, Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk, næstforkvinna í FNU, Guðrun Gærdum, anleggsgartnari hjá Hjálpirót og Magnus Frederik Magnusson í Kvívík, sum sproytar garðaskøru við mettaðum saltvatni við góðum úrsliti.
    52 min
  • Við Tórði á túri til døgurða á gamla Roykivirkinum í Klaksvík
    Tað byrjaði við døgurða fyri 10 monnum, og nú eru teir ofta upp í 60 mans sum koma at eta í gamla Roykivirkinum á vestursíðuni í Klaksvík.
    -Nógvir sum koma til døgurða fara nærum ikki út til nakað annað, so tað er hugaligt at kunna bjóða teimum góðan føroyskan mat, sigur Louis Poulsen, sum er høvuðsmaður fyri tiltakinum.
    Í samstarvi við feðgarnar Kristian Martin Rasmussen og Eyðun Rasmussen hevur Louis í fleiri ár gjørt døgurða á gamla Roykivirkinum, sum Rasmussen-menninir eiga.
    -Drívmegin í tiltakinum er nokk gleðin at gleða onnur, sigur Kristian Martin Rasmussen í sendingini.
    Annars eru teir, sum tosað verður við í sendingini, hesir: Pól Johannesen, Louis Poulsen, Karl Heri Joensen, Poul Havn, Kristian Martin Rasmussen, Leivur Jacobsen, Sørin Danielsen, Martin Heldarskarð, Sjúrður Josephsen og Dorius Frederiksberg.
    Tú kanst hoyra sendingina her.
    52 min

About Við Tórði á túri

From the publisher's feed

Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan…

More shows like Við Tórði á túri

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners