Við Tórði á túri

Við Tórði á túri

By Kringvarp FøroyaNews
Download on the App Store

Við Tórði á túri episodes

  • Við Tórði á túri í Írlandi
    Vit føroyingar vita yvirhøvur lítið um Írland, sum er ein av okkara grannum og sum vit hava nógv felags við.
    Í døgunum 15. til 19. mai varð skipað fyri einum túri til Írlands, beinleiðis við flogfari úr Føroyum. Hendingin er frá hesum túirinum. Ferðalagið búði í býnum Limerick í Suðurírlandi, í landspartinum Munster, og ymsar útferðir vóru haðani - eitt nú til spennandi býirnar Cork og Galway.
    M.a. verður vitjað glashøllina, har skinnbáturin Brandan stendur. stendur. Tróndur Patursson sigldi við til Amerika í 1976. Skiparin Tim Severin vildi prógva, at til bara hjá írska munkinum Brandan at sigla í húðabáti úr Írlandi og allan teinin til Amerika, og á leiðini kom hann bæði til Føroya, Íslands og Grønlands.
    Fransiskanarsysirin Marisu Spiteri Cremona, sum var í Føroyum í 43 ár, er nú í einum kleystri og arbeiðir í høvuðsstaðnum Dublin. Hóast hon var stúrin tá hon fyri einum ári síðani fór úr Føroyum saman við hinum systrunum eftir so mong ár, er hon fallin væl til í Írlandi og hon hevur úr at gera. Hon vil ikki gloyma tað føroyska og hevur dagliga samband við nógv fólk í Føroyum.
    Tey, sum vit hoyra í hesari sendingini, eru Joe Coleman, Maria Joensen, Herleif Hammer, Mortan Poulsen, Eirikur Simonsen, Sigurlaug Magnusdóttir Simonsen, Marisa Spiteri Cremona, Jákup Mørk, Sámal Matras Kristiansen og Albjørg Joensen.
    52 min
  • Við Tórði á túri í Føroyahúsinum í Keypmannahavn
    Selma Ellingsgaard, fyrrverandi forkvinna í Starvsfelagnum í Føroyum, er tímalønt í Føroyahúsinum. Hon serverar, skipar fyri Pubquiz, hevur skeið í føroyska málinum fyri føroyingum o.a. Í frítíðini málar hon og hon hevur eisini havt málningaframsýning í Føroyahúsinum.
    Kokkurin í Føroyahúsinum, Gert Róðá, hevur nógv á skránni tá vit vitja í desember. Hetta kvøldið hevur føroyska Kvinnufelagið í Keypmannahavn jólaborðhald og dunna verður borðreidd. Serliga í desember og um várið er nógv á skránni í køkinum, sigur Gert Róðá. Í køkinum saman við honum í kvøld er Camilla Gaardlykke Hansen. Dagliga eru tey bæði kokkar á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn.
    Sissal Kampmann, leiðari í Føroyahúsinum, fegnast um, at so nógv ymisk tiltøk fyri ymiskar aldursbólkar eru í húsinum. Hon sigur, at korona órógvaði húsið ógviliga nógv, men nú er tíbetur alt komið í rættlag. "Virksemið í húsinum prógvar, at brúk er fyri einum Føroyahúsi í danska høvuðsstaðnum, sigur Sissal, sum nú er avloyst. 1. juni var hennara skeið úti og nýggjur leiðari er Andrias Olsen.
    Ruth Hjelm er ein av teimum yngru limunum í Kvinnufelagnum í Keypmannahavn, sum húsast í Føroyahúsinum. Hon hevði ikki verið so nógv saman við føroyingum síðani hon kom til Keypmannahavnar, og tá hon og vinkonan Eyð vóru til eitt tiltak við røstum fiski, varð hon spurt um at koma í nevndina í felagnum. Hon eftirlíkaði og hevur verið glað fyri tað. Hon er eisini virkin í Felagnum, sum eitur Tvørábáturin.
    Jóannes Petersen, vanliga róptur Jóannes hjá Rosu úr Klaksvík, er dagliga í Føroyahúsinum. Hann heldur at tað hevur stóran týdning at koma saman við øðrum føroyingum.
    Annbjørn Simonsen av Sandi er ein av eldsálunum í Tvørábátinum - felagnum sum rekur gamla Tvørábátin og aðrar kappróðrarbátar í danska høvuðsstaðnum, og tey hava fleiri manningar til hvønn bátin. Felagið skipar eisini fyri máltíðum við føroyskum mati í neystinum.
    Annbjørn og ein vinmaður hava tikið stig til eitt +60 tiltak í Føroyahúsinum, har millum 20 og 30 fólk vanliga møta upp annanhvønn midudag. Annbjørn er væl nøgdur við uppmøtingina.
    Felagið Fótatraðk, sum hevur føroyskan dans, er eitt av teimum virknu feløgunum sum halda til í Føroyahúsinum. Tey samlast annaðhvørt hóskvøld. Petur Djurhuus, formaður, er væl nøgdur við uppmøtingina. Hann sigur at øll kunnu koma og ofta møta eini 20 fólk upp. "Nógv sum koma upp í felagið hava ongantíð kvøðið fyrr. Og fleiri av teimum nýggju eru farin at skipa", sigur Pætur.
    So tey sum eru við í sendingini eru: Selma Ellingsgaard, Gert Róða, Kamilla Gaardlykke Hansen, Sissal Kampmann, Ruth Hjelm, Jóannes Petersen, Annbjørn Simonsen og Pætur Djurhuus.
    52 min
  • Sámal Bláhamar: Tá føroyska pressan koyrdi út til Air Force One
    Sámal Bláhamar er kendur sum ein veteranur í føroyskari ferðavinnu. Nú er hann 77 ára gamal og hann hevur alt lívið verið knýttur at ferðavinnuni um summarið. Í mong mong ár hevur hann rikið egið virki, og hann er framvegis virkin í vinnuni. Og Sámal hevur verið undangongumaður á ymiskum økjum.
    Ein minnisrík hending fór fram í Reykjavík, tá amerikanski forsetin Ronald Reagan og russiski forsetin Mikhail Gorbachev hittust til toppfund í oktober 1986. Í stóru limusinuni hjá Sámali koyrdi føroyska pressan so væl, at teir koyrdu heilt út til Air Force One flogfarið hjá amerikanska forsetanum
    .
    Millum mongu útlendsku gestirnar Sámal hevur havt í Føroyum, hava eisini verið kongaligir gestir. M.a. skipaði hann fyri einari stuttari vitjan hjá svenska konginum Carl Gustaf, sum steðgaði í Vágum í fýra tímar á veg av veiðiferð í Íslandi saman við vinmonnum.
    Sámal Bláhamar hevur altíð verið nógv upptikin av hendingini, tá týskur kavbátur søkti sluppina Union Jack undir seinna heimskríggi, og manningin róði í lítlum báti til Hebridurnar og varð bjargað. Pápi Sámal, Fredrik Bláhamar, skrivaði ein bókling um hendingina, ið nú er komin á breddan sum ein filmsverkætlan. Her eigur Sámal eisini sín leiklut.
    51 min
  • Eli Hansen: Sigldi við vápnum fyri jugoslavar
    99 ára gamli Hans Eli Hansen, vanliga nevndur Eli, í Sandavági er av Slættanesi, men hann gekk í skúla og vaks fyri ein stóran part upp í Vestmanna. Verður lív og heilsan, verður hann hundrað ár 2. juli í ár. Eli er elstur av níggju systkjum, og foreldrini og hini systkini búðu á Slættanesi, til tey fluttu burtur eins og hinar familjurnar. Tey seinastu fóru í 1965.
    Útvarpsverturin er í dag stokkin inn á gólvið hjá Eli í Steigarbrekkuni í Sandavági. Tað var eisini her hann var staddur og fekk ein skelk, tá húsini fingu stóran skaða í einari ódn í november í fjør.
    Undir krígnum arbeiddi Eli hjá eingilsmonnunum í Vágum. Tá búði hann í Sørvági. Eingilsmenninir brúkti nógv kol til brennievni, og Eli lempaði ofta kol í lastini á damparunum. Einki arbeiðsmannafelag var tá kríggið byrjaði og tí var lønin lítil ta fyrstu tíðina. Tá arbeiðsmannafelag var komið hækkaði lønin, sigur Eli.
    Hann fór á maskinmeistaraskúla í Havn og fór síðani at sigla við íslendskum fiskiskipum og seinni norskum. Eftir tað fór hann út at sigla við farmaskipum á heimsins høvum. M.a. sigldu teir nógv ið vápnum - ofta fyri jugoslavar.
    -Hetta var ein sera vandamikil førningur og vit máttu ansa okkum. Høvdu vit verið tiknir eri eg vísur í, at vit høvdu ikki yvirlivað, staðfestir Eli Hansen.
    51 min
  • "Her er einki annað ljóð."
    Jón Nónklett, bóndi í Lamba, fegnast um at tað hevur verið so turt og gott veður nú lembingin er fyri. Og seyðurin er væl fyri, sigur hann.
    Hagin hjá Jón, Eystursíðan út móti Mjóvanesi, ber 115 áseyðir, og hann er ein av teimum óhøgligu høvunum í landinum. Seyðurin gongur har alt árið og klárar seg sjálvan. Hann hevur nøkur ból, men einki seyðahús. Tá teir eru á fjalli um heytið, verður tøkuseyðurin fluttur við báti til Syðrugøtu og síðani við bili til Lambar.
    Tað eru nú 10 ár síðan Jón Nónklett tók við ættarfestinum, sum í 30 ár var á øðrum hondum. Á hesum túrinum á Eystursíðuni harmast Jón um, at so lítil heiðafuglur er at síggja. Hann ivast ikki í, at tað er rottan sum er orsøkin til stóru minkingina, tí nógv rotta er alla staðni og hon tekur eggini hjá heiðafuglinum.
    Jón heldur, at vit eiga at seta rottufellur út fyri at avmarka rottuna, men tað má vera eitt samstarv um alt landið, og kommunurnar hava ábyrgdina av at skipa fyri tí, tí tær hava ábyrgdina av rottutýning..
    -Eg hoyrdi um at sumbingar gjørdu eitt átak at týna rottuna í fjør. Og eg havi sjálvur boðið mær til at taka mær av rottufellum í mínum haga. Men ein hagi ger einki, og tí er tað neyðugt at kommunurnar skipa fyri og gera tað í samstarvi við bøndurnar, sigur Jón Nónklett, og hann harmast um at einki hendir.
    50 min
  • Ása Østerø: Høvdu alt frá knappanálum til brúðarkjólar
    85 ára gamla Ása Østerø, vanliga nevnd Ása í Skálabúðini, arbeiddi í Skálabúðini frá tí hon var 12 ára gomul til hon var 73. Og hon hevur nógv góð minnir og sigur í sendingini frá ymiskum minnum í handlinum í Dr. Jakobsensgøtu.
     
    Skálabúðin var ein familjufyritøka. Saman við øðrum beiggjanum, Kára Skála, tók Ása við leiðsluni í Skálabúðini eftir foreldrini, Óla Kristian og Honnu Skála.
     
    -Tað var eitt spennandi arbeiði og vit kunnu gleðast um, at vit høvdu sera trúgv starvsfólk í Skálabúðini, sigur Ása. Onkur starvsfólk vóru meira enn 40 ár í handlinum.
     
    Maður Ásu, Jens John, sum bygdi hús saman við skyldmonnum úr Mikladali, fór eisini at arbeiða í Skálabúðini burturav, tí tað bleiv so nógv at gera tá bæði skúlar, missiónshús og øll onnur almenn hús eisini skuldu hava gardinur.
     
    Eingin av eftirkomarunum hjá hvørki Ásu ella Kára, sum andaðist fyri nøkrum árum síðani, vóru at taka við handlinum, og tí gjørdu tey av at lata aftur fyri átta árum síðani.
     
    Ása Østerø hevur verið KFUK-skóti síðani hon var smágenta, og hon er framvegis virkin í skótunum. Hon hevur verið nógv skótaleiðari og hevur verið fleiri spennandi uttanlandsferðir við skótum. Nú samlast hon og aðrir skótar fast einaferð um mánaðin og hugna sær saman. Hon hevur eisini verið nevndarlimur í KFUK í nógv ár.
     
    Í sendingini greiðir Ása eisini frá ættini og øðrum viðurskiftum.
    51 min
  • Lovisa Luðvíksdóttir: Hevði tað hart undir toskakrígnum
    75 ára gamla Lovisa Luðvíksdóttir í Hvalba, sum er ættað úr Íslandi, hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Hon og maðurin Magnar Ellendersen úr Hvalba komu at kennast sum ung á Akranesi, og Lovisa kom til Føroya fyrstu ferð sum 16 ára gomul.
    Lovisa Luðvíksdóttir, vanliga nevnd Lullan, sigur, at tað var gott at vera barn á Akranesi, har hon vaks upp. Har vóru trý flakavirkir, og sum ung lærdi hon á tí stóra flakavinum, samstundis sum ungi hvalbingurin Magnar Ellendersen sigldi við skipi av Akranesi. Tey komu at kennast blaðung og longu sum 16 ára gomul kom hon fyrstu ferð til Hvalbiar. Síðani 1969 hevur Lovisa búð í Hvalba.
    Eftir at hon kom til Føroya, arbeiddi Lovisa fyrst á Bacalao í Havn, har hon lærdi tey at pakka 5-pund til Coldwater. Síðani arbeiddi hon á flakavirkinum í Hvalba.
    Eftir tað fór Lovisa at sigla við norska verksmiðjutrolaranum Ole Sætremyr, har maðurin Magnar eisini var við. Hon bleiv leiðari á verksmiðjuni umborð. Hetta dámdi henni sera væl.
    12. august í 2000 upplivdu tey eina stóra vanukku í Barnetshavinum. Ole Sætremyr var staddur á leiðini, har kjarnorkurikni russiski kavbáturin Kursk kom í havsneyð og sakk 12. august í 2000. Øll manningin, 118 fólk, doyði.
    -Vit kundu havt bjargað fleiri mannalívum. Vit bjóðaðu okkum til at liggja sum eitt hjálparskip og taka upp tað, sum flotnaði upp frá kavbátinum. Men teir vildu ikki hava hjálp, sigur Lovisa, ið framvegis harmast um hesa syrgiligu vanlukku.
    Tíðin tá toskakríggið var millum norðmenn og íslendingar í Loynikrókinum var serlig fyri Lovisu. Viðhvørt virkaði hon sum tulkur uppi á brúnni, so at norðmenninir kundu skilja hvat íslendingar søgdu í sendaranum. Lovisa heldur framvegis, at íslendingar høvdu rætt at fiska í Loynikrókinum, tí tað var altjóða havøki.
    Saman við manninum Magnari hevur Lovisa fleiri ferðir verið við á sjómannatúrinum við Norrønu og Mortani Johannesen, sála, yvir á Eysturlandinum í Íslandi. Og sjálv hevur hon eisini havt ein dreym um ein annan túr yvir á Eysturlandið, sum kortini ikki er blivin veruleiki enn. Talan er um ein berjatúr, har eitt ferðalag kann fara yvir á Eysturlandið at henta ber, tí á Eysturlandinum eru berini bæði nógv og góð, sigur hon.
    51 min
  • Oliver Joensen: Heimagjørdu jollurnar skaptu áhugan
    Oliver Joensen, sum átti og rak lokalblaðið Norðlýsið í Klaksvík í samfull 43 ár, er framvegis virkin, hóast hann nú er 78 ár. Umramt at hann hevur verið eldsálin á Norðlýsinum, hevur hann verið stigtakari og eldsálin ymsum lokarum verkætlanum, og hann hevur framvegis nýggjar verkætlanir á skrá.
    Vit hitta Oliver fyrst í neystinum uppi á Borðoyarvík, sum hann eigur saman við beiggjunum, stendur.
    Hoyr samrøðuna við Oliver Joensen her.
    52 min
  • Dreymurin er at ganga berføttur gjøgnum Sahara
    Meðan Petur Martin Johannesen gekk berføttur á ferð í Marokko, kom hann í samband við fólk sum  hava gingið nógv í Sahara oyðimørkini. Hann fekk spennandi frásagnir um henda langa túrin, ið tekur 50 samdøgur. Tá vaknaði dreymurin um at ganga gjøgnum Sahara, berføttur.
     
    Trupulleikin er bara, at nú er tað so nógvur kriminalitetur í økinum og tí er tað vandamikið at ganga har, serliga fyri útlendingar. Tí verður tað fyribils framvegis ein dreymur, men hann hevur vónir um at tað einaferð fer at eydnast.
     
    Klaksvíkingurin Petur Martin Johannesen, sum er lærari og leiðari fyri Musikkskúlan í Vági og hevur keypt hús í Fámjin, hevur altíð havt útferðarlongsul og hann hevur verið ótaldar túrar úti í heimi. Honum dámar ógviliga væl londini í Miðeystri og serliga í Iran, har mentanin og tað sera fyrikomandi fólkið hugtekur hann.
     
    Hann er eisini hugtikin av Ytru Hebridunum, har hann var eitt heilt summar. Tað eydnaðist honum m.a. at koma út í forvitnisligu oynna North  Rona, har einki fólk býr, men har hava fólk búð fyri fleiri hundrað árum síðani. Ytru Hebridurnar minna eitt sindur um Føroyar, hóast týðandi munir eru.
     
    Petur Martin sigur, at Fámjin hevur alt sum ein føroysk dreymabygd eigur at hava. Ikki minst friðin.
     
    Petur Martin hevur fingið sær hønur, og hann hugsar nógv um hvat hann etur.
     
    Lurta eftir sendingini her.
    46 min
  • Meinhard Hentze: Hetta var tað
    Handilin í Skúgvi hevur verið meira enn bara ein handil. Hann hevur eisini verið ein miðdepil í bygdini, har bygdarfólkið hittist fyri at frætta tíðini og hitta onnur fólk.
    Seinast í hesum mánaðinum Meinhard Hentze handlað í 50 ár í heimbygdini og tá gevst hann og snarar lykilin um.
    83 ára gamli Meinhard Hentze hevur, umframt at hava verið handilsmaður, havt fleiri álitispostar í bygdini. M.a. var hann formaður í kirkjuráðnum í mong ár. Hann er framvegis deknur og hann hevur lisið lestur í mong ár. Meinhard hevur havt postin, eins og pápin, og hann hevur verið maðurin hjá IRF í Skúvoynni.
    Hoyr her vitjanina í handlinum hjá Meinhardi
    48 min

About Við Tórði á túri

From the publisher's feed

Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan…

More shows like Við Tórði á túri

Dagur og vika by Kringvarp Føroya

Dagur og vika

1 Listeners

Vitan by Kringvarp Føroya

Vitan

0 Listeners

Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners

Stakar sendingar - sjónvarp by Kringvarp Føroya

Stakar sendingar - sjónvarp

0 Listeners

Guðstænastur í útvarpi by Kringvarp Føroya

Guðstænastur í útvarpi

0 Listeners

Chorus by Kringvarp Føroya

Chorus

0 Listeners

Summarmorgun by Kringvarp Føroya

Summarmorgun

0 Listeners

Frítíð og náttúra by Kringvarp Føroya

Frítíð og náttúra

0 Listeners

25 minuttir by Kringvarp Føroya

25 minuttir

0 Listeners

Breddin by Kringvarp Føroya

Breddin

0 Listeners