99 ára gamli Hans Eli Hansen, vanliga nevndur Eli, í Sandavági er av Slættanesi, men hann gekk í skúla og vaks fyri ein stóran part upp í Vestmanna. Verður lív og heilsan, verður hann hundrað ár 2. juli í ár. Eli er elstur av níggju systkjum, og foreldrini og hini systkini búðu á Slættanesi, til tey fluttu burtur eins og hinar familjurnar. Tey seinastu fóru í 1965.
Útvarpsverturin er í dag stokkin inn á gólvið hjá Eli í Steigarbrekkuni í Sandavági. Tað var eisini her hann var staddur og fekk ein skelk, tá húsini fingu stóran skaða í einari ódn í november í fjør.
Undir krígnum arbeiddi Eli hjá eingilsmonnunum í Vágum. Tá búði hann í Sørvági. Eingilsmenninir brúkti nógv kol til brennievni, og Eli lempaði ofta kol í lastini á damparunum. Einki arbeiðsmannafelag var tá kríggið byrjaði og tí var lønin lítil ta fyrstu tíðina. Tá arbeiðsmannafelag var komið hækkaði lønin, sigur Eli.
Hann fór á maskinmeistaraskúla í Havn og fór síðani at sigla við íslendskum fiskiskipum og seinni norskum. Eftir tað fór hann út at sigla við farmaskipum á heimsins høvum. M.a. sigldu teir nógv ið vápnum - ofta fyri jugoslavar.
-Hetta var ein sera vandamikil førningur og vit máttu ansa okkum. Høvdu vit verið tiknir eri eg vísur í, at vit høvdu ikki yvirlivað, staðfestir Eli Hansen.